Brethren in the Faroes


Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2012
Prísur: 300.00
ISBN: 978-99918-65-46-1
Rithøvundi: Tórður Jóansson
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 329

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tórður Jóansson er ein av fáum føroyingum, sum hevur skrivað og vart tvær doktararitgerðir. Í apríl 2012 vardi hann aðru ­­ritgerð sína við University of Glasgow. Í ritgerðini hevur Tórður Jóansson viðgjørt brøðrarørsluna í Føroyum, søguna, menningina og ávirkanina, sum hon hevur havt og hevur á føroyska samfelagið. Fyrra doktararitgerðin hjá Tórði Jóanssyni, sum hann vardi við University of Aberdeen í 1997, nevndist “English Loanwords in Faroese” og varð givin út á forlagnum Fannir sama ár.Neil Dickson, doktari og samskipari í Brethren Archivist and Historians Network skrivar soleiðis um bókina:

“Brøðrarørslan hevur eitt serligt pláss í føroyskari søgu. Hon kom til landið síðst í 19. øld og brúkti ymsar partar av føroyskari mentan, serliga málið, til at bera evangeliska boðskap sín og til at stovnseta sjálvstøðugar samkomur. Hetta var um somu tíð, sum tjóðskaparrørslan var frammi í Føroyum og ein nýggj kensla av samleika tók skap, ein tilgongd sum brøðrarørslan var óloysiligur partur av. Føroyar eru eisini serligar í søguni hjá brøðrarørsluni. Í Føroyum er hægsta talið av brøðrum í heiminum, roknað upp á fólkatal, og víðfevnda luttøkan hjá rørsluni í almennum og mentanarligum viðurskiftum er uttan líka aðrastaðni. Báðar hesar týðandi síður av samfelagslívinum hava verið rættiliga ókendar, men í síni sera slóðbrótandi gransking hevur Tórður Jóansson, doktari, nú gjørt tær sjónligar. Í hesum nærlagda verki lýsir hann uppkomuna og vøksturin hjá brøðrarørsluni og setur tey í søguligt og mentanarligt føroyskt høpi, og sannførandi vísir hann á, hvussu samantvinnað tey hava verið seinastu 150 árini. Umframt at hava áhuga hjá teimum við serligum áhuga fyri Føroyum og føroyskum ella søguni hjá brøðrunum fara hansara nágreiniligu greiningar at hugtaka tey, sum hava áhuga fyri londunum í Norðuratlantshavi, fyri samspælinum millum átrúnað og samfelag og altjóða evangeliskari trúgv.”