Literature Imagining and memory in the Formation of a nation


Forlag: PhD Dissertation
Útgávuár: 2013
Prísur: 264.00
Rithøvundi: Kim Simonsen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 329


Um bókina
Kim Simonsen hevur verið innskrivaður við the Doctoral School of Culture, Language and Philosophy á Roskilde Universitet, Vegleiðarar hava verið Anette Warring, professari við Roskilde Universitet, og Svend Erik Larsen, professari við Aarhus Universitet.

Nakrir av spurningunum, sum verða settir, eru:
• Er føroyskur samleiki skaptur av útlenskum ferðandi?
• Hava útlensk netverk av søgufrøðingum, filologum og útgevarum í veruleikanum skapt V.U. Hammershaimbsa stavseting og sjálvt skrivingarlagið í Færøsk Antologi?
• Eru føroyskar bókmentir í veruleikanum frá 1820unum og er jólafundurin í 1888 ikki bert ein pallseting av føroyskum tjóðskapi, sum var íbirtur av útlenskum filologum 60-70 ár fyrr?
• Nær og hvussu er føroyska sjálvsmyndin framkomin?
• Hvønn leiklut spæla føroyskar bókmentir fyri skapanina av føroysku tjóð¬ini?
• Hví skriva útlendingar í 19indu øld um Føroyar sum eksotiskar, og hvat er eksotisma og primitivisma? Nær yvirtaka føroyingar hesa eksotisku ímynd?
• Nær fingu vit eina serliga kenslu fyri einum “serføroyskum” sublimum, pastoralum og pittoreskum landslagið, og hvat merkti hetta fyri sjálvskensluna?
• Hvønn leiklut spælir minnið og minnismentanin fyri hvørjar tjóðarhetjur, vit valdu og hvørji mentanarhalgimenni vit seinni hava valt inn í eina føroyska kanon av serligum monnum, frá Nólsoyar Páll til Hammershaimb og fleiri?
• Hvørji vóru gloymd í hesi roynd at skapan eina minnismentan?


Enskur samandráttur
This dissertation sets out to answer three questions: How did Faroese identity emerge? When did Faroese literature emerge? When did the nation emerge? Furthermore, what is the relation between the self-image, the nation’s literature and the formation of a nation? The dissertation shows how foreign travel writers represented the character of the people in relation to central European tropes, where the Faroese people were seen in relation to the sublime, the picturesque, the pastoral and the idyll in landscape representations. Furthermore how Faroese people were imaged as exotic and additionally how the Faroese took over the exoticism in their construction of identity.

Additionally the Faroese nation is dated in a new way. Here one of the results of the dissertation is that it is the use of Faroese literature in the early 19th century that crates the Faroese nation. Moreover does the dissertation put forward new ways of explaining the role of memory in relation to the Faroese nation. Therefore this project is an important study in cultural nationalism in Europe, with the ability to transform European theories on nation formation.