Vælferðin


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-71-14-1
Rithøvundi: Knut Hamsun
Umsett: Heðin Brú
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 381

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Vælferðin kom út í 1917. Søgan byrjar við, at Ísak miðvíst leitar sær inn í skógin. Hann leitar sær eftir einum teigi, har hann kann fara undir at velta upp úr nýggjum. Hann gongur í dagar og finnur sær síðan eitt pláss. Hann fer beint undir at byggja sær eitt skýli til sín og tann fenað, hann hevur við sær.

Hann er eitt arbeiðsgrev, men saknar at hava onkran hjá sær at taka sær av húsunum og tí heimliga. So kemur Inger. Og tað er eydnan, tí nú kann hann savna alla sína orku og megi til at rudda bøin og velta jørðina.

Árini ganga, og tey baeði úti í óbygdum verða rættiliga væl fyri.Eiga bæði hús, jørð og fæ. Inger eigur tveir tvær væl skaptar dreingir og síðan eina gentu, sum hevur haruskarð. Júst som hon. Hon vil ikki dóttrini so ilt, at hon skal liva við hesum breki eins og mamman, so hon ger av við hana. Men tosið gongur, og brotsgerðin kemur fram í ljós, og Inger verður sett í geglið.

Ísak heldur á at strevast og heldur øllum saman, til konan kemur heimaftur. Hon kemur aftur, men er nógv broytt.