Landastrokini


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-25-2
Rithøvundi: Knut Hamsun
Umsett: Hans Thomsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 541

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í 1926 fór 67ára Knut Hamsun til sálargreining, tí hann var tungurí huga og fekk ikki arbeitt og virkað. Eftir viðgerðina fekk hann nýggja skapanarmegi. Hann fór undir tríggjar geisandi skaldsøgur um August – landastrokið, sum sjarmeraði seg til pening og vinir og sum fekk fólk at gera slíkt, tey ongantíð høvdu droymt um at gera.

Landastrokini er ein av allarbestu skaldsøgum Hamsuns. Eisini var hon ein av teimum longstu. Vit geva bókina út í týðingini hjá Hans Thomsen, sum hann upprunaliga gjørdi til Útvarp Føroya.

Landastrokini er um, hvussu nýggja tíðin kemur til lítlu bygdina Pollin í Norðlandi.

Hon kemur við friðleysa vallaranum August.

Bókin lýsir bygdarlagið og bygdarfólkið, tvíningin millum vallaran og tey búføstu, millum máttin at broyta og trongdina til tryggar umstøður.

August er vallari, kritlari og lygivætti og verður vístur øðrum til ávaringar, men hann er inniliga myndaður og íspunnin av kæti.

Landastrokini er kanska lívsfrískasta skaldsøgan av øllum teimum, Knut Hamsun skrivaði, tað stendur ein ljómi av kæti, skemti og lívshugi um hana.