Sjórøtur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-22-1
Rithøvundi: Rudyard Kipling
Umsett: Jens Marius Hentze
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 204

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Á marglætisskipi á ferð tvørtur um Atlantshav dettur sonur ein amerikanskan ríkmann fyri borð á Grand Bank. Ein útróðrarmaður á lítlari doriu bjargar honum og tekur hann upp.

Teir sigla ikki inn við hesum hvølpinum, og sama hvussu hann roynir at siga teimum, hvussu ríkur hann er, er eingin, ið trýr honum.

Hann verður ein av manningini, má arbeiða fyri seg, og menninir venja dreingin til mans. Har eru eingir kostir, og spilti ungin skal standa sína roynd og lærir at laga og herða seg eftir eirindaleysa lívinum á sjónum. Hann tekur síni fyrstu fet at gerast veruligt mannfólk.

Søgan sjóðar øll, sum hon er, av tilburðum og mansligum skemti.