Úr Gjáar søgu Gamla tíðin 2


Forlag: Búgvin
Útgávuár: 2001
Prísur: 300.00
ISBN: 99918-918-4-6
Rithøvundi: Petur Jacob Sigvardsen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 333


Samandráttur
Bókin er grundað á eitt fjørbroytt og rúgvismikið keldutilfar, og ein sera spennandi og virðismikil lesnaður hjá øllum teimum, ið hug hava at nema sær meira vitan um ta gomlu heimamentanina og um nakrar mirkisverdar mannalagnur í eini føroyskari bygd tá á døgum. Ì bókini eru m.a. greinir um: kommunuviðurskifti, gudslívið, kirkjuviðurskifti, skúlaskap, fólkteljingar og fólkatalsyvirlit, tað fjølbroytta felagslívið, rithøvundar og politikk. Ì greinini Sangir og søgubror eru 10 forvitnisligar frásagnir. Ikki minni spennandi eru tær 14 frásagnirnar um Tey fornisku, og sýna tær allar, at mangt er millum himmal og jørð, sum vit mannabørn neyvan eru før fyri at fata. Harumframt eru frásagnir um: roysni og brøgd, pátrúgv, at lesa rusk úr eyganum, hvussu tey hjáptu sær furr o.m.a. Hugvekjandi er at lesa um Dandadrongin, ið fekk opinberingar og sá sjónir, og um Jóanes tann Vísa, sum kom í klørnar á løbner, kommandanti,