Skakandi tilburðir 6


Forlag: Føroya met
Útgávuár: 2011
Prísur: 259.00
ISBN: 978-99918-950-8-6
Rithøvundi: John S. Myllhamar
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 136

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Síðani 2006 hevur forlagið Føroya Met á hvørjum ári givið út bókina Skakandi tilburðir, ið inniheldur frásagnir frá landsmonnum okkara, ið hava upplivað álvarsamar hendingar í lívinum, sum mangir teirra á løgnan hátt eru komnir livandi frá. Higartil eru samrøður gjørdar við umleið áttati føroyingar kring um í landinum og eisini uttanlands. Skrivað er um bjargingar á sjónum, um fólk í neyð á havinum, í bjørgunum, á fjalli, í flogferðsluni, um ferðsluvanlukkur, um skip tikin av sjórænarum, skaðar í hertænastu, skalvalop, álop, eldsbrunar, húsaskaðar í ódnarveðri og aðrar álvarsamar tilburðir
Málið, var, at hendingarnar skuldu ikki enda við deyða, men at fólk skuldu koma livandi frá teimum. Tað hevur eydnast. Nógvar av hesum søgum høvdu farið í gloymskuna, um tær ikki vóru skrivaðar niður. Nú eru tær at finna í okkara bókmentum til okkara og komandi ættarlið at lesa.