Frásøgn frá ferð til Hetlands Orknoyggja og Skotlands á sumri 1839


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2012
Prísur: 250.00
ISBN: 978-99918-42-68-4
Rithøvundi: Christian Pløyen
Umsett: Regin av Steinum
Evni: Ferðafrásagnir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 160

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetlandsferðin eftir Kristian Pløyen var ein partur av virki hansara fyri at nútímansgera føroyska samfelgið. Hann var løgffrøðingur og embætismaður hjá kongi og hevði síðan 1830 fyrst verið fúti og síðan 1837 amtmaður í Føroyum og herovasti á skansanum. Hann var ørkymlaður av, at Føroyar vóru eftirbátur í allari menning.
Hann helt tó,at gott tæri var í føroysku tjóðini, men at ov lítið fekst burturúr, av tí at strámaenn fyri valdsharrarnar støðugt løgdu fótonglar fyri øllum framburði og sjálvir heystaðu avlopið av tí knossi, fólk hvødu, frá tí tey fóru at arbeiða, tá tey vóru fimm ár, til tey á ellisárum mistu karðarnar úr hondum.
Hann var við at stovna sparikassan fyri at lætta um møguleikarnar at útvega kapital. Hann Yrkti grindavísuna, sum vaks um hugin at flyta út lýsi, sum var tátíðar oljuríkidømi. Ferðin til Hetlands var eitt lið í royndunum at menna arbeiðsmegina, so nýggir framleiðsluhættir kundu taka seg upp. Tá hann fór niður og av kongi varð valdur at umboða Føroyar á tjóðfundi dana í 1848, skeyt hann upp, at føroyingar fingu verndaskyldu til herflotan, so teir kundu venjast til at gerast nýtiligir sjómenn, og hervið førir fyri at veiða havsins silvur.
Handa væl skrivaða bók kom út í 1840 og var nógv lisin í Føroyum, og einki er at ivast í, at hon hevur havt týdning fyri tann framburð, vit hava havt síðani. Nú vit tykjast at vera komin í rasshaft, og fá duga at síggja, hvussu vit skulu koma framá, er tað læruríkt fyri okkum at lesa hesa bók og síggja, at hvussu myrkt tað sær út, so eru tað ikki tey, sum banna myrkrið, sum fáa framburð í lag, men heldur tey, sum tendra ljós, hóast tað tykist veikt!