Altíð hjá tær


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-04-7
Rithøvundi: Maria Ernestam
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 402

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
När månen vandrar på fästet blå, sang pápin fyri mær. Nú síggi eg mánaklingruna í gardinugloppinum, men hann er givin at reika og lítur í staðin at mær og sigur frá, at nú er nátt. Eg hoyri málið í pápanum innan í mær og kenni hondina á honum í mínari.

Tankar mínir reika víða, og eg veit ikki longur, hvat ið er veruleiki, og hvat ið er dreymur.

Men mánin dregur sjógvin at sær, og eg síggi innan í mær, hvussu havið flytur seg aftur og fram, hvussu tað kínir klettinum, soleiðis sum kvinnan kínir manninum og maðurin kvinnuni. Alt í einum er hann har, hann, sum bíðar, og sum eg aldri gloymdi, hóast eg lætst. Eg kenni ylin í kroppi mínum, tí kroppinum, sum eina ferð var eg, so ófatiligt, tá ið eg síggi tað, sum varð eftir.

Eg óri hendur hansara um miðjuna á mær, og har er tónleikurin aftur og ein dans, hóast eg ikki sleppi. Nú førir hann meg runt, eitt, tvey, trý, og tað snurrar, og eg missi ondina og fótafestið, og hann kyssir meg ...

Vatn. Eg má hava vatn.

Eg mali í einum meldri millum minnini. Nú eri eg í kamarinum, har eg fyrstu ferð møtti henni. Henni, sum er átøk mær, men hevur eitt merki, sum hevur náttúran vunnið henni eina neis. Skjótt kemur hon, eg veit, at hon kemur, og hon skal halda í hondina á mær, soleiðis sum eg helt í hondina á pápanum, tá ið ljósið varð sløkt.

Eg eri køld, og tað verkir, má venda mær, balli dýnuna betur um meg. So hoyri eg látur, og eygu míni fyllast við tárum.

Eg elskaði. Tað fær eingin tikið frá mær.

Sjálvt ikki havið, sum goymdi og legði tað upp, sum menniskju høvdu týnt, hesar aldurnar, sum tóku ímóti tí, eg elskaði mest. Eg føli, hvussu aldurnar leggja seg saman um meg, og eg vil og vil ikki, men skilji, at skjótt er alt av.

Løtan er komin. Misgerðir fedranna skulu vitja aftur á teg, verður sagt, men eg trúgvi tí ikki.

Eru nakrar misgerðir, ið vitja aftur á teg, so eru tað tínar egnu.