Húsini við blindu glasveranduni


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-73-27-5
Rithøvundi: Herbjørg Wassmo
Umsett: Lív Joensen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 280

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetta er ein nøtrandi søga um eitt einsamalt stakkaladýr, eina gentu, sum býr saman við sínari fámæltu og oyðiløgdu mammu, sum hevur nóg mikið í sínum kærleiksleysa gerandissliti, og einum fosturpápa, sum misnýtir hana kynsliga. Søgan fer fram í Norðurnoregi í fimmtiárunum. Hóast kjarnin í bókini er søgan um Toru, verður hon sett í størri samanhang.

Bókin verður eisini ein lýsing av bygdarsamfelagnum, sum Tora veksur upp í. Kríggið er just avhæsað, og Tora er týskarabarn. Bæði hon og mamman eru krígsoffur. Oman á ta vanlagnuna neyðtekur fosturpápin hana. Hvussu kann Tora mennast undir hesum korum? Hvørjar útvegir finnur hon, so hon kann draga undan í hesum lívskarga og ræðuliga umhvørvi?

Tá ið vit hitta Toru, er hon í teimum viðkvæmu kynsbúningarárunum, í skiftinum frá barni til vaksna kvinnu.

FYRR : 188,00