Euthýfron ritverk 1


Forlag: Náttsólin
Útgávuár: 2012
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-861-0-7
Rithøvundi: Platon
Umsett: Hanus Kamban
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 56

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Árið er 399 fyri okkara tíðarrokning. Vit eru stødd í Athen í Grikklandi. Framman fyri súluhøllina hjá dómaranum í trúarmálum hittast Sokrates og Euthýfron, ein spámaður. Tann fyrri er stevndur fyri gudloysi. Tann seinni hevur stevnt faðir sínum fyri manndráp.
Ein samrøða tekur seg upp, og hvør greiðir frá sínum sakarmáli. Men brátt snýr samrøðan seg um gudsótta. Sokrates vil hava hetta hugtak lýst til lítar. er tað heilaga heilagt, tí at gudarnir elska tað? spyr hann. Ella elska gudarnir tað heilaga, tí at tað er heilagt? Sum Sokrates við síni logisku sýl nærkast málsins kjarna, koma spurningar undan kavi, sum esini í okkara tíð eru viðkomandi - og tað við lít.
Euthýfron er tað fjórða av Platons verkum, sum hevur samband við Sokratesar dóm og deyða. Hini eru Verjurøðan Kriton og Faidon.