Framtakssemi í andgletti


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-73-89-3
Rithøvundi: Tummas Lenvig
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 278

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hvussu ber tað til, at vit ongantíð hava havt veruligan landbúnaðarskúla í Føroyum? Í 1890 heitti Løgtingið á tann 26 ára gamla, framfýsna Jóannes Patursson bónda um at átaka sær at standa fyri royndarbrúki á garði sínum í Kirkjubø. Hann skuldi eisini hava næmingar í læru í nýskapandi royndararbeiði sínum. Virksemið byrjaði í 1892, og fyrsti næmingurin kom í læru árið eftir. Í 1898 helt Jóannes Patursson, at nú var grundarlag lagt undir ein veruligan búnaðarskúla í Føroyum og ætlaði sær at halda fram. Men føroysku myndugleikarnir vildu heldur steðga hesum framtakinum.


Hví so var, hvørja lagnu hetta tiltak annars fekk, og hvussu tað endaði, kann lesarin fáa greiðu á í hesi bók, ið hevur savnað allar týðandi tekstir og íkøst til hetta málið.