Edda Snorra Sturlusonar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-73-05-3
Rithøvundi: Ymsir
Umsett: Poul Vestergaard
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 227

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Snorri gevur okkum eina heildarlýsing av allari teirri norðurlendsku religiónini við hennara frumsøgnum, ritualum og hugsjónum, sum í 1200-talinum var um at søkka niður í gloymskuna. Hann letur ein norðurlendskan fornkong síggja og uppliva Ásgarð sum hvørvi­sjón, og har spyr Gylvi tríggjar gudar um tilburðir og brøgd, sum æsir høvdu framt.

Snorri lýsir, hvussu heimurin varð skaptur, hvussu menniskjan varð til, og hvussu samfelagið varð skipað. Her er tað stóra kosmiska træið, Askin Yggdrasil, sum heldur øllum uppi, sum bindur himmal, jørð og undirgrund saman í eind og heild. Í miðdeplinum er søgan um Baldur, gudin, ið verður dripin eftir ráðum frá tí svikafulla Loka, og hetta svik og ­deyðsfall boðar frá enda á øllum og tann endaliga undirgangin. Í sein­asta stríðnum berjast gudar móti jøtnum, og allur heimurin gongur til grundar í heimseldinum.