Njáls Søga


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-73-00-8
Rithøvundi: Ymsir
Umsett: Bjarni Niclasen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 430

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetta er bergtakandi søgan um teir báðar Njál og Gunnar.
Í sambandi við ættarstríð verður Gunnar dømdur útlagin at vera og skal úr Íslandi. Sum hann ríður av garði, lítur hann seg aftur um bak og ger av at verða verandi, tí hann fær seg ikki at fara úr hesum hugtakandi landinum, sum stendur honum so nær.


Ikki líður long tíð, so verður Gunnar dripin. Nøkur ár eftir hetta verður Njál brendur til deyða inni í sínum egnu húsum. Teir eru báðir læstir í ringrásini við æru, drápi og hevnd.

Søgan viðger blóðhevnd, kravið um heiðursuppreisn, og hvussu hetta krav elvir til at megnarmenn verða høpisleyst týndir.