Syng nótar og tekstir


Forlag: Føroya Sanglærarafelag
Útgávuár: 2012
Prísur: 399.00
ISBN: 978-99918-3-358-3
Rithøvundi: Pauli Hansen
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 495


Um bókina
Skúlasangbókin Syng, sum Føroya Sanglærarafelag hevur arbeitt við í nøkur ár, er loksins liðug

Tað eru nakrar smærri sangbøkur, sum nógvir skúlar munnu eiga, og tær hava tænt væl.

Men ikki fyrr enn nú fáa vit eina rættiliga skúlasangbók við nýggjum og eldri sangum, sum hóska væl til smærri børn, størri børn og ungdóm. 456 sangir í tali. Allir – uttan teir norðurlendsku tjóðsangirnir – eru á føroyskum máli. Her eru sangir úr gomlu føroysku sangmentanini, heilt nýggir sangir og eitt breitt úrval av tí kenda og nógv sungna.

SYNG er býtt upp í sangevni og hevur fleiri yvirlit at leita í.

Útgávan er í tveimum:
• Ein tekstbók (einans tekstur og myndir). Hon er roknað næmingum o.ø.
• Ein nótabók (tekstur, nótar, talsetingar). Hon er roknað lærarum, tónleikarum o.ø.

Øll vita vit, hvussu týdningarmikið tað er at syngja við børnum. Tað er málsliga og tónleikaliga mennandi. Tað skapar samanhald. Tað er mentan. Ætlanin við SYNG er at menna føroyska sangin hjá børnum, ungum og vaksnum. Hon er ein frískligur íblástur til sangin í skúla, heimi og frítíð.