Undir suðurstjørnum


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-73-26-8
Rithøvundi: Gunnar Hoydal
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 306

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Faðirin fer við øllum húskinum úr Føroyum til Suðuramerika at arbeiða fyri ST í nøkur ár.

Sum vaksin koma børnini aftur til folk og pláss, tey einaferð kendu væl, og tað birtir lív aftur í hálvgloymd minni og ­óbroyti­ligar sannleikar á ferð teirra gjøgnum Peru, Bolivia og Ekvador.

Gunnar granskar ávirkanina, Evropa hevur havt á hesi gomlu londini frá tí at spaniólar á fyrsta sinni heklaðu tey undir sítt vald, ígjøgnum eftir-hjálandatíðina, og hvussu búskaparlig hjálandahjálp eisini hevur verið við til at kúga hesi lond.

Gunnar leitar seg fram á vónina um at tvinna saman í javnvág ímillum gamalt og nýtt, norður og suður, gamlan vísdóm og nýggj vísindi og spyr, um sambandið millum tey máttmiklu og máttleysu nakrantíð kann vera einfalt og sakleyst og vandaleyst.