Tú upphavsins heimur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-73-30-5
Rithøvundi: Jens Pauli Heinesen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 386

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Skaldsøgan TÚ UPPHAVSINS HEIMUR byrjar ófrættakent við søgnini um hvítravnin í Ravnagjógv, ið bæði eigur vísdóm og dráps­manna­lyndi. Hann var einaferð ungur maður, og hansara óndu gerðir høvdu við sær, at hann varð umskapaður og dømdur at liva í myrkrinum í Ravnagjógv í alla tíð. Líka síðani hevur hvítravnurin leitað eftir menniskjum at súgva sálina úr í vónini um at verða loystur úr gandinum. Skaldsøgan tekur eitt ódámligt evni upp, ið hevur sett sín óhugnaliga dám á heimssøguna í tjúgundu øld – fascismuna. Í skaldsøguni verður lýst, hvat menniskju eru før fyri at gera hvør ímóti øðrum undir trýsti, tá ið rembingar eru, sum í hesum føri, tá ið bygdin Leirun stendur fyri at flyta seg frá avbyrging inn í eina ótrygga broytiliga framtíð. Júst tá skifti eru, koma ravnarnir, og tá er vandi á ferð.