Á ferð inn í eina óendaliga søgu


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 90.00
ISBN: 978-99918-71-88-2
Rithøvundi: Jens Pauli Heinesen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 669

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Skaldsøgan Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGU byrjar við, at ein huldukona lokkar 3 ára gamla Hugin burtur í haga nakrar dagar. Henda løgna hendingin fylgir honum alt lívið. Hugin berjist fyri at blíva viðurkendur sum rithøvundur í einum umhvørvi merkt av trongd­skygni, kúgan og gamalkristnum hugmyndum um, at tú ikki mást drekka, roykja, banna, dansa ella fara við gentum. Pennurin gerst vápn Hugins móti valdinum og vegurin aftur til barndómsverðina.
"Einki fór eg at kvitta frá nøkrum. Eg fór burtur eina stund, og so fór eg at koma aftur. Og harumframt fór eg at skriva um alt. Bæði um steinin og túgvuna, sandin og ánna, goggukassarnar og teir pliandi skurarnar á flogi, enntá hømiliurnar komu at standa onkustaðni í mínum tjúkku bókum saman við nógvum, nógvum øðrum – eitt nú børkubóndanum við teimum frøknutu bløðunum, ið angaðu sum gentur, ið fara í dans. Og eg skuldi skriva so inniliga um allar lutir, at eisini onnur menniskju fóru at vera góð við teir, sum eg var sjálvur." (Brot úr bindi IV,178)

FYRR : 249,00