Aristoteles politikkur


Forlag: Forlagið Hemlið
Útgávuár: 2012
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-983-8-4
Rithøvundi: Eilif Samuelsen
Evni: Heimsspeki
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 416


Um bókina
Aristoteles er ein av teimum áhugaverdastu og mest siteraðu politisku heimspekingunum, sum heimurin nakrantíð hevur kent. Við Politikkinum roynir Aristoteles at finna fram til, hvussu tað góða samfelagið er, sum skal vera tann neyðugi karmurin um tað lukkuliga lívið hjá tí einstaka menniskjanum. Eftir at hava granskað tær ymsu stjórnarskipanirnar í teimum griksku býarstatunum, samskipar hann tað, hann hevur funnið og metir um tann ideella statin og tann, sum í verki er bestur.