Heðin Brú stuttsøgur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 249.00
ISBN: 978-99918-73-56-5
Rithøvundi: Heðin Brú
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 552

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Heðin Brú gav sær far um, at hann livdi eitt drúgt tíðarskeið í Føroya søgu, ið var um at fara um sýn.

Við virðing og alski eygleiddi hann seinastu menniskjuni, ið umboðaðu hesa farandi tíð. Hann eygleiddi menniskju, sum í øldir høvdu lurtað eftir og lagað seg eftir náttúruni.

Ongastaðni er fullkomin sátt millum menniskju og náttúru betur lýst.

Seyðamaðurin, sornkonan og bátsformaðurin lýsa og ímynda tað gamla, óbroytta samfelagið við sínum fasta stevi og við sínum fasta lagi árið íkring.

Tey vóru stórmenni, tí teirra evni vóru virðismett millum bygdarfólkið, og rík, hóast tey ikki áttu fótmál, tí tey livdu sítt lív í friði og samljóði við alt livandi.

Bregdað inn í søgurnar og skitsurnar er eisini ein sosial tilvitska um, hvussu ágóðar vóru býttir millum hesi menniskjuni, sum mangan livdu við trongum korum, og hvussu mura og lyndiseyðkenni kundu arta seg í hesum smáu samfeløgunum.