Kertur loga stillar løtur


Forlag: Vágaportalurin
Útgávuár: 2012
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-3-360-6
Rithøvundi: Jógvan Fríðriksson
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 188

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetta eru lestrar, sum biskupur hevur havt á Vágaportalinum seinastu gott 2 árini, undir tí sum á Vágaportalinum verður rópt Vágaskjáttan.

Í fororðinum til bókina, sigur biskupur millum annað, at tað hevur verið honum ein frægd og gleði at skriva lestrarnar.

- Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju.

- Áhugavert er tað, at lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð. Virðingin fyri
lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni, skrivar Jógvan Fríðriksson millum annað í fororðinum til bókina.

"Kertur loga stillar løtur" er knappar 200 blaðsíður og er í stívari permu.

Sonni Jacobsen hevur umbrotið bókina og sett permuna upp. Permumyndina hevur myndamaðurin, Jógvan Helgi Hansen, tikið.

Tað er Vágaportalurin, sum gevur bókina út.