Tapet millum øldir


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2012
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99918-75-01-9
Rithøvundi: Jóanes S. Nielsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 61

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Jóanes Nielsen er uttan iva ein av føroya fremstu skaldum, og honum so líkt eru yrkingarnar í nýggja savninum opinskáraðar, beinraknar og kenslusamar um somu tíð.

Fleiri av tekstunum í hesum savninum eru mekrtir av, at høvundurin nærkast teimum 60.

Viðhvørt kennir hann seg gamlan og slitnan og fyltan av eykalutum, og í tí drúgvu yrkingini "Havsins lanternur" lýsir hann afturgongdina, sum rakar okkum øll við árunum.

Men tíðum uggar hann seg við at vísa til aðrar rithøvundar sum T.S. Elliot, William Heinesen, Joe Hill, Edith Sødergran og fleiri við.

Stundum samanber hann seg við einstakar av hesum høvundunum, men er altíð í iva, um nakar líleiki er.

Eitt er hann kortini ikki í iva um, og tað er sína andstygd til teir ráðandi og tey ríku, sum hann meinar misnýta Bíbliuna og gera Kristus til ein smáligan Satan.

Solidariteturin er alla tíðina hjá slitmanninum og hjá teimum, sum duga at síggja tað stóra í lívinum og náttúruni.

Og so elskar høvundurin kvinnuna, og alramest tað, sum hon hevur millum beinini.

Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins sum gevur tær 61 blaðsíðurnar út.