Mai-britt Mars-britt og húsvognurin


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2010
Prísur: 140.00
ISBN: 978-99918-40-53-6
Rithøvundi: Anne Holt
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 135


Um bókina
Tekst- og myndabókin “Mai-Britt, Mars-Britt og húsvognurin” eftir Annu Holt og Annu G. Holt er sjarmerandi, fjálg, skálkalig og spennandi, og hon snýr seg um tvær ógvuliga ymiskar 8 ára gamlar gentur. Tær eru ólíkar sum nátt og dagur, men tær verða bestu vinkonur.


“Mai-Britt, Mars-Britt og húsvognurin”, sum er 136 síður stór við 13 kapitlum, innbundin og við litmyndum á hvørjari síðu, er ætlað 6-10 ára gomlum. Bókin kom út á norskum í fjør og er tann fyrsta bókin av fimm. Henda fyrsta bókin varð so mikið væl fagnað, at tey fóru beinan vegin at brúka hana í skúlunum – umframt at hon hóskar sera væl at verða lisin hart.

Tær báðar genturnar fáa nógvar avbjóðingar saman og verða verðins bestu vinkonur. Tær spæla í smáttuni uppi í trænum, tær hava ein samanbrest við løgregluna, tær hanga í rennistreingi, tær leita eftir lítlasystrini, sum er horvin, og Mars-Britt vísir dreingjunum, hvar Dávid keypti ølið. Í skúlunum verður henda bókin m.a. brúkt til at geva børnunum uppgávur um tvístøður og trætur og heimalívið, sum rithøvundurin lýsir í bókini.

Ein morgunin, tá ið Mai-Britt vaknar, kemur sperðil í alt. Lítlasystirin Juni er komin inn til hennara, hevur pissað í og uttan fyri dukkupottin og vekur Mai-Britt við at stoyta vatn oman yvir hana … Mai-Britt smyr sær forbodnan mat og heldur á dyr og setur seg við portið. Tá er tað, at hon fystu ferð hittir Mars-Britt. Hon varnast Mai-Britt, at ein fremmand genta gongur í grannagarðinum. Gentan býr í einum húsvogni. Hon er alt tað, sum Mai-Britt ikki er. Og hon hevur alt, sum Mai-Britt ikki hevur. Hon heldur uppá, at hon eitur Mars-Britt, og hesin dagurin verður hin fyrsti í einum nýggjum og heitum vinalagi. Mars-Britt er ljóshærd og ævintýrahugað og øgiliga, øgiliga fitt. Mai-Britt er dimmhærd, varin og rodnar av ongum. Mai-Britt dámar hvørki lúnskar hundar ella beistaligar dreingir, men Mars-Britt fírir ikki fyri at bjóða teimum av. Mars-Britt fírir næstan ikki fyri nøkrum! Men hinvegin fløkir hon seg upp í mangt og hvat undarligt. Hon má tó sanna, at onkuntíð kann tað loysa seg at vera tigandi, klók og umhugsin. Sum Mai-Britt.

Anne Holt er ovurfegin um tey mongu brøvini og tekningarnar frá børnunum, sum hava lisið bókina. Systkinabarn hennara, sum eitur Anne G. Holt, hevur annars teknað allar litmyndirnar í bókini. Hon er listamálari og frammanundan viðurkend fyri at hava myndprýtt nógvar norskar barnabøkur. Og eitt eru tær báðar Annurnar samdar um: Tær 5 bøkurnar skulu allar enda væl.
– Eg haldi, at mong royna av øllum alvi at gera veruleikan so fløktan í dag. Men børn vita einki betur, enn at bøkurnar eru spennandi og eitt sindur ófýsiligar á leiðini, men tá ið síðsti kapittulin er liðugur, skal vera fullkomiligt skil á og samljóð í mínum barnabókum, sigur Anne Holt.

Svenski ummælarin “Emma” heldur, at henda bókin hevur alt, sum ein góð myndabók skal hava, og hon skoytir uppí: “Bókin er ógvuliga forvitnislig og stuttliga skrivað, løtt at lesa og hevur ómetaliga fínar myndir. Ígjøgnum alla bókina er ferð á øllum, alla tíðina hendir okkurt nýtt og spennandi. Mars-Britt minnir ikki sørt um Pippi Langsokk við hugskotum sínum og ramleika, men Mai-Britt er beint tað øvuta, umhugsin og varin…”

Krimidrotningin Anne Holt, sum er útbúgvin løgfrøðingur og m.a. hevur verið norskur løgmálaráðharri, er navnframur norskur rithøvundur. Hon gjørdi fyrstu ferð vart við seg sum rithøvundur í 1993 og hevur so næstan á hvørjum ári givið eina skaldsøgu út, sum hon hevur fingið viðurkenning fyri.

Systkinabarnið, sum eisini eitur Anne G. Holt, hevur sum nevnt teknað tær mongu skreytmyndirnar í bókini: – At fáa hýrin og kenslurnar fram í myndunum hevur verið umráðandi hjá mær, sigur hon, sum longu hevur teknað til so manga norska myndabókina.

”Mai-Britt, Mars-Britt og húsvognurin” er fyrsta bókin av 5, sum ið hvussu er koma at hava eitt í felag: tær skulu enda væl.
Bók nr. 2 er longu komin á norskum og eitur “Mai-Britt, Mars-Britt og mopsen Muntermor”. Fyribils verða hesar 5 bøkurnar týddar til svenskt, italskt og føroyskt.

Bókin er eyðvald at verða lisin hart í hugnaligum umhvørvi, bæði í skúlanum og heima við hús.

Bókin kom eisini út á svenskum í vár, og tá skrivaði ummælarin Helena Ferry m.a.: “Hetta er ein frálík bók, sum kann geva íblástur til tilveruligar spurningar. Hvussu skal ein vera? Er tað betri at vera á ein ávísan hátt, ella er tað kanska betri, at øll eru ymisk? Og hvussu er vorðið við lygnum? Hvussu ber tað til, at øll siga, at tú mást ikki lúgva, og so lúgva tey kortini?”

“Mai-Britt, Mars-Britt og húsvognurin” er innbundin í stíva kápu, er 136 síður við 13 kapitlum og ørgrynni av litmyndum. Hon er gjørd prentbúgvin hjá Cre8 í Klaksvík og prentað hjá Narayana Press í Jútlandi. NORLA og Mentanargrunnur Landsins hava stuðlað útgávuni. Jákup í Skemmuni týddi, og útgevari er forlagið Nýlendi.