Tann fimti maðurin


Forlag: AmalduS
Útgávuár: 2012
Prísur: 280.00
ISBN: 978-99918-75-03-3
Rithøvundi: Jógvan Isaksen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 287


Um bókina
Jógvan Isaksen hevur givið út eina nýggja krimisøgu.

Høvuðsleikarin eitur nú ikki Hannis Mortensen, men William Hammer.

Hetta er tann fyrsta í tí røðini.

Bókin, sum er komin út í dag, eitur Tann fimti maðurin.

Her er eitt brot úr bókini:
Flogfarið tók í vøllin og fór í einum øgiligum moldroki gresjandi niðan ígjøgnum hagan. Tá ið tað kom inn í tað grýtuta lendið, fóru steinar sendandi í allar ættir, neyðhurðar stukku upp, og rútar í hópatali fóru í knús. Larmur frá slitnaðum trykkluftslangum blandar seg við neyðarróp og skríggj frá ferðafólkunum. Hann hoyrir, hvussu flogfarið skrædnar, og síðani ein veldigur stoytur.

William Hammer er komin í starv hjá tí føroysku løgregluni og hevur fingið sína egnu deild í Skansahúsinum. Hann verður av danskari og bretskari fregnartænastu biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi, men síðani sæst ikki farvegurin til hansara. Træðrir eru aftur til veðurmátingar í Føroyum undir 2. veraldarbardaga og til eina stóra vinnulívsfyritøku.