Álmanakkin 2013


Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil
Útgávuár: 2012
Prísur: 145.00
ISBN: 978-99918-66-28-4
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Árbøkur og álmanakkar
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 456

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hvørja ferð Álmanakkin kemur út, boðar tað frá, at árið er farið at halla, og at eitt nýtt ár nærkast í hvørjum. Hesum boðar Álmanakkin í ár frá fyri 85. ferð.
Nýggi Airbussurin hjá Atlantic prýðir í ár forsíðuna saman við myndum av seks av skipunum í skipalistanum. Inni í Álmanakkanum er alt tað tilfarið, sum tey mongu, sum nýta Álmanakkan dagliga, kenna so væl.

Fremst er føroyski álmanakkin við hópin av upplýsingum um dagarnar í árinum, nær sólin og mánin koma upp og fara niður, hvussu langur ella stuttur dagurin er o.s.fr. Í hesum partinum er eisini ymiskt um gongustjørnur og annað á himmalhválvinum.

Fyri mong eru tað síðurnar 72-73 og 76-77, sum eru kjarnin í álmanakkanum, tí á hesum síðum eru ávikavist streymkurvin fyri alt árið 2012 og yvirlitið yvir, nær vestfalskyrrindini verða komandi ár. Sum nakað nýtt er eitt leyst blað við streymkurv og vestfalskyrrindum lagt inn í Álmanakkan, sum kann hangast upp, har brúk er fyri tí.

Umframt hesar hentu upplýsingar eru eisini streymkort, kósir innanoyggja, talva um vind, nøvn á fiskum, hvalum og kópum, yvirlit yvir løggildað virki og skip, yvirlit yvir vitar í Føroyum og mangt, mangt annað.
Listin við skrásettum bátum undir 20 brutto tons fyllir 52 síður, og á skipalistanum við skipum yvir 20 brutto tons sæst væl, at nógv nýggj FAS skip eru komin í skipaflotan síðsta árið.

Skipalistin er nú útgjørdur við frámerki niðri í horninum, so lættari er at finna runt í honum.
Landbúnaðurin, alingin og oljuvinnan hava síni føstu pláss í Álmanakkanum, og at enda er ein rúgva av hentum almennum upplýsingum í Álmanakkanum, so sum yvirlit yvir løgtingsfólk, bý- og bygdaráðsformenn, læknar, flogfør, og annað.

Fólkatal og yvirlit yvir góðtikin fólkanøvn eru eisini í hesum partinum, og har sæst m.a., at nýggjastu góðtiknu føroysku kvinnunøvnini eru Hera, Katja og Vióla, og nýggjastu dreingjanøvnini eru Amos og Tristan.

H.N. Jacobsens bókahandil gevur Álmanakkan út. Føroyaprent hevur sniðgivið, umbrotið, prentað og liðugtgjørt, og alt arbeiðið er gjørt í Føroyum. Álmanakkin fæst heftur og innbundin. Innbundin kostar hann 190 krónur, og hefta útgávan kostar einans 145 krónur.