Hobbin


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 1990
Prísur: 225.00
Rithøvundi: J.J.R. Tolkien
Umsett: Axel Tórgarð
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 255

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fáar eru tær søgurnar. sum hava fingið so nógv rós sum Hobbin, og tað bæði av foreldrum. lærarum, ummælarum, og serliga av børnunum sjálvum. Eftir nøkrum fáum árum vann hetjan í hesi søgu, ein hobbi sum eitur Bilbo Pjøkin, sær sess millum aðrar ódeyðiligarHetjur hjá børnum. Og eins og við øllum góðum vinum vinnur søgan við at gerast betur kend,og ikki bert børn, men vaksin við, verða støðugt meira hugtikin av hobbanum hvørja ferð lisið verður.
Men ongastaðni er Bilbo so á heimavølli sum hjá okkum. Vit kenna øll dvørgar, vætrar, trøll og álvar, og vilja fegin fáa meir at vita um hesar verur. Tað fáa vit her!
Talan er um eina ævintýrferð, sum nakrir dvørgar fara á fyri at vinna aftur tað gull, sum ein ormur hevur stolið frá teimum og nú liggur á. Við teimum í hesi vandaferð kemur - av lítlum huga - ein hobbi. Hobbar eru eitt slag av forniskum, friðarligar, og gera ongan háva. Øll gerast tí bilsin, tá ið tað verður honum fyri at takka, at tað yvirhøvur kemur nakað burtur úr ferðini!
Teir renna seg í stórar eiturkoppar í dimmiskógi og í berggongunum í Tokufjøllunum eru fjallatussar at vinna á. Bilbo skiftir hegnisliga orð við ormin Smák, og alt endar við fimmheraorrustuni. Hesar hendingar eru sera spennandi, men vit finna eisini hvíld í øllum hesum spenninginum við huga og samveru við fólk, okkum dámar - her er látur, songur og góður matur - og alt aldar við frískleika - júst sum tað var, tá heimurin var ungur.
Hobbin er ein undurføgur søga, sum kann verða lisin upp fyri børnum, sum eru undir skúlaaldur, men so skjótt tey duga at lesa kunnu tey sjálvi fáa nógv burtur úr henni, serliga sum tey frammanundan hava fingið hana lisna upp.
Hetta er ein lívsjáttandi bók, og er tí eisini væl dámd av vaksnum. Hon ber ein boðskap um, at tað góða vinnur á tí ringa, og sannførir okkum um, at hvussu svart tað sær út, og fer rættvísi at vinna á herðræði.
Hesa týðing hevur Axel Tórgarð gjørt, og var hon væl fagnað, tað ið hann las hna upp í útvarpinum fyri skjótt tíggju árum síðani. nógv hava fregnast eftir, nær hon kemur uppá prent, og er tað nú eydnast í samstarvi við bretska forlagið, sum gav bókina út á fyrsta sinni. Eisini er loyvi a nýta tær tekningar, sum høvundurin sjálvur prýddi bókina við.
Í hesi útgávu eru nýttar rúnir av sama slagi sum á rúnasteininum í Sandavági, og er hetta tann fyrsta royndin at nýta rúnir at skriva nútíarføroyskt við.