Himinin brosar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 129.00
ISBN: 978-99918-71-34-9
Rithøvundi: William Heinesen
Umsett: Christian Matras
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 186

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Flest allar tær søgur, William Heinesen gjøgnum árini hevur skrivað, hava tilfar og huglag úr Føroyum, eina mest úr Havnini, har rithøvundurin hevur livað mestapartin av ævi síni. Nógvar søgur lýsa eina horvna tíð – tíðina frá 1900 og fram til fyrra veraldarbardaga – ein tíð, tá ið høvuðsstaður okkara enn var at vísa seg ein friðsælur og kvirrur smábýur við flagtektum húsum, umgyrd av frískligum angandi bø og haga við ongari akferðslu eftir gøtum og vegum.

Eitt paradís á foldum var hesin smábýurin tó ikki, vanda­málini vóru bert onnur enn nú. Og muran í menniskjanum – og tað er hetta viðkvæma og torgreidda fyribrigdið, ið fram um alt hevur yrkjarans áhuga – man niðast í kelk-unum altíð hava havt somu høvuðseyðkenni.