Okkara bindibók 2


Forlag: Egið
Útgávuár: 2012
Prísur: 125.00
Rithøvundi: Sunneva Mohr
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 35

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Aftur hesa ferð stuðlar Navia verkætlanini við at lata tógv og syrgir fyri, at bøkurnar koma út í handlarnar um landið.

Kvinnur ymsastaðni út Føroym hava sniðgivið og bundið ymisku troyggjurnar. Starvsfólk hjá Karin’sa og Hárstíl hava gjørt modellirnar klárar. Miriam & Janus og Sunrid í Gong hava staðið fyri myndatøkunum. Anna Simonsen hevur sett bókina upp, og Føroyaprent hevur prentað bókina fyri ein rímiligan prís.

Verkætlanin, Okkara Bindibók, sá dagsins ljós í novembermánaði í 2009, tá Okkara Bindibók 1 kom út.
Fyrireikingarnar við fyrstu bókini gingu væl, vælvildin var stór og bæði fyritøkur og privatpersónar stuðlaðu verkætlanini á ymiskan hátt. Okkara Bindibók 1 var prentað í 2000 eintøkum, og eftir fimm mánaðum var hon nærum útseld. Málið við Okkara Bindibók 1 var at betra um livikorini hjá teimum 100 dreingjunum á Char Fasson Orphanage.

Umstøðurnar vóru ikki góðar, dreingirnir svóvu tveir í hvørjari song í høsnarhúsinum og neytafjósinum, eisini var maturin sera einsháttaður.

Í dag eru umstøðurnar munandi betri. Í dag búgva dreingirnir í nýggjum og tryggum barnaheimi. Í nýggja
barnaheiminum er alt, ið vit taka fyri givið: ein song til hvønn, regluligur streymur, vindeyguni kunnu latast aftur og hurðarnar kunnu læsast. Eisini hava vit bygt ein nýggjan matarsal, og neyt og høsn eru keypt og flutt inn aftur í neytafjósið og høsnarhúsið, so dreingirnir nú fáa mjólk, kjøt og egg dagliga. Hóast nógv er broytt, er framvegis nógv, ið vit kunnu gera, tí varð avgjørt at gera eina bók afturat.

Hvussu peningurin, ið kemur inn fyri Okkara Bindibók 2, verður nýttur, verður avgjørt saman leiðsluni á
barnaheiminum, tá stigtakarir av bókini fara til Bangladesj í november. Hetta varð eisini gjørt seinast, og tað vísti seg at rigga heilt væl. Hugsandi er, at innkomni peningurin fer til skúla og útbúgving, fleiri starvsfólk og at gera barnaheimið fíggjarliga sjálvbjargið.

Til ber at lesa meira um barnaheimið og síggja myndir á www.charfassonchildrensfund.org

Útgávudagin og alla komandi viku vera vit á torginum í SMS saman við Navia, har vit vísa troyggjurnar fram, selja bókina og fortelja fólki um verkætlanina, um áhugi er fyri tí.

Vit eru fegin og errin av úrslitinum, og vóna, at Okkara Bindibók 2 eisini kann vera til íblásturs, samstundis sum verkætlanin kann gera enn størri mun hjá børnunm á Char Fasson Orphanage.

Sunneva Mohr,
stigtakari