Børn siga Jólasøgur

Forlag: Dimmalætting
Útgávuár: 2010
Prísur: 50.00
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 31


Um bókina
Í hesi lítlu fitttu bók eru nakrar av stuttu søgunum um jól, sum børn upp til 12 ár skrivaðu og sendu til Dimmalætting í november 2010.
At vit eiga nógv gávurík og søgufróð børn, ið duga sera væl at siga frá, prógva søgurnar, sum endurgivnar eru í bókini.
ikki var til at taka allar tær innsendu søgurnar, sum børnini sendu okkum, við í bókina vegna tíðar- og plásstrot fram til jóla.
eisini tær jólasøgur, sum Dimmalætting fekk í sambandi við søgukappingina, men sum ikki eru tiknar við í bókina, vóru góðar og áhugaverdar at lesa.
Vónandi kunnu tit fáa nógvar hugnaligar løtur við at lesa jólasøgurnar, sum evnaríku frásøgubørn okkara hava skrivað. Hugflognum bilar tíbetur einki hjá unga ættarliðnum, tá tað kemur til elligamla siðin at siga frá søgum, sum tey sjálvi hava funnið uppá.

Beate L. Samuelsen
Dimmalætting