Midaqqsmogan


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 149.00
ISBN: 978-99918-73-28-2
Rithøvundi: Naguib Mahfouz
Umsett: Lív Joensen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 355

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
MIDAQQSMOGAN er ein frásøgn um lívið hjá fólkinum í smoguni, sum bókin hevur fingið heitið sítt frá, og vit eru stødd í einum fátækrabýlingi í Kairo árini fram undir endan á seinna heimsbardaga. Frásøgulagið fer óivað at minna mangan føroyskan lesara á William Heinesen og teimum, ið leggja fyri seg útlendskar bókmentir, dettur óivað í hug høvundar eins og dickens, Isaac Bashevis Singer og halldór Laxness. Søgan er tíðum skemtilig, ber við hvørt á tað speiliga, men høvundurin missir kotini ongantíð burtur tann djúpfølda samhugan við søgupersónarnar, sum ger lýsing-arnar av teimum so sjáldsama viðkomandi.

Naguib Mahfouz fer við okkum inn í ein heim har lívsgleði og svartskygni endaleyst ganga saman at glímast. Har eydnan skamtar íbúgvunum misjavnt av náði síni. Har trá og girni leikast á ella umgangast í tí devilska dasunum um dreymin, sum øll goyma í brósti. Dreymurin um at loysa seg undan armóðini í smoguni.