Lívið eitt undur


Forlag: Forlagið Leirkerið
Útgávuár: 2012
Prísur: 375.00
ISBN: 978-99918-45-45-3
Rithøvundi: Robert G. Wells
Umsett: Monika Stauss Joensen
Evni: Lærubøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 169

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Forlagið Leirkerið hevur givið út nýggja bók - "Lívið - eitt undur", sum upprunaliga er skrivað á enskum máli, og nú er týdd úr týskum av Moniku Stauss Joensen, sum er ættað úr Sveits, men býr í Leirvík.

- Bókin er býtt upp í fosturvikur, so tú mest sum viku eftir viku kanst eygleiða fostrið í móðurlívinum - frá gitnaði til føðing og er óivað eitt tað vakrasta, ið eg nakrantíð havi sæð á hesum øki. Eisini eru inniligar og vakrar bønir, ið mamman kann biðja í fosturtíðini. Møguleiki er eisini hjá henni at festa hugsanir og hugleiðingar sínar á blað í bókini.

Tað skrivar Svenning av Lofti í ummæli sínum av "Lívið - eitt undur!".

Og ummælarin leggur aftrat:

- Myndirnar av fostrinum í móðurlívi er tiknar av svenska myndamanninum, Lennart Nilsson. Allar hinar myndirnar eru tiknar av Kristfríð Tyril, soleiðis at tær hóska til hvørja viku og hava samband við tekstin. Júst hesar føroysku myndirnar gera, at bókin fær sín egna, føroyska dám, ið ger, at vit føroyingar taka bókina at okkum, sum okkara egnu - bókina um uppruna lívsins í móðurlívi og lívsins leik eftir føðingina.

Svenning av Lofti heldur, at her er talan um eina bók, sum á ein sámuligan og framúrskarandi hátt - í teksti og myndum – lýsir lívsins byrjan í móðurlívinum til føðingina.

- Eg varð so kenslutikin. Meðan eg í lesnaðinum otaði meg fram eftir blaðsíðunum, runnu tárini eftir kinnum mínum við undran, takksemi og gudsvirðing, skrivar hann.

Bókin, sum fæst til keyps í øllum bókasølum kring landið, er skrivað av Robert G. Wells, lækna, Ken Gire, Mary C. Wells og Judy Gire.