Bestu ævintýrini hjá Asbjørnsen og Moe


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2012
Prísur: 240.00
ISBN: 978-99918-1-972-3
Rithøvundi: Tord Nygren
Umsett: Hervør Jákupsson
Evni: Sagnir og ævintýr
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 254

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Pannukøkan, Kvørnin, sum mól á havsins botni, Drongurin, sum át um kapp við trøllið, Biddaradrongurin, Hví bjørnin hevur stuttan hala, Eystan fyri sól og vestan fyri mána, Teir tríggir bukkarnir brúsi, Per, Pál og Eyði øskudólgur, Hønan, sum skuldi til Dovrafjals, so at verðin skuldi ikki ganga undir, Fylgisneytin, Gullfuglurin, Guðbrandur á Heygnum, Hønan og hanin í heslilundini og Peikur.

Ævintýr bergtaka børn
Ævintýr eiga at vera í einum og hvørjum heimi. Í nýggja søgusavninum, Bestu ævintýrini hjá Asbjørnsen og Moe, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út, eru klassikarar so sum Teir tríggir bukkarnir Brúsi, Pannukøkan og Gullfuglurin at finna. Saman við vøkrum og livandi myndum er bókin ein sonn uppliving hjá bæði stórum og smáum
Í Føroyum er siðvenjan at siga frá søgum gomul. Sagnir, søgur og ævintýr vóru her, eins og aðrastaðni í Evropa, leingi einans at finna á mannamunni. Í 1800-talinum fóru týsku brøðurnir Grimm undir at festa nakrar av hesum søgum á blað. Soleiðis vóru teir við til at varðveita hesar søguskattir, og tí kunnu vit enn í dag njóta hesar dýrgripirnar.
Sannir klassikarar
Nú eru fleiri av hesum søgum klassikarar, sum børn framvegis taka til sín og verða bergtikin av: Snjóhvíta, Hans og Greta, Rapunzel, Lorkuleggur, Øskufía og Teir tríggir bukkarnir Brúsi fyri at nevna nakrar.
Við íblástri frá teimum báðum týsku savnarunum fóru ungdómsvinirnir Peter Christen Asbjørnsen og Jørgen Moe undir at savna saman norsk ævintýr. Teir leitaðu land og ríki runt eftir góðum søgum. Í 1842 kom út fyrsta bók teirra, Norske folkeeventyr, og allastaðni í Evropa varð bókin móttikin sum tann sanni søguskatturin hon er.
14 tey bestu og kendastu
Í nýggja søgusavninum frá Bókadeild Føroya Lærarafelags eru 14 av teimum bestu og kendastu ævintýrunum hjá Asbjørnsen og Moe við vøkrum myndprýðingum eftir svenska Tord Nygren.
Fyrst og fremst listafólk
Í svenska tjóðarvarðanum verður Tord Nygren presenteraður fyrst fremt sum listafólk, síðan teknari og rithøvundur. Hetta er áhugavert, tí tað er sjáldan, at ein barnabókateknari verða lýstur sum listafólk, men fyri Tord Nygren er bókaopnan løriftið. Síðan fyrst í 60’unum hevur hann prýtt fleiri enn 250 bøkur, og hann er tí eisini mest nýtti teknarin í Svøríki.
Myndirnar leggja afturat tekstinum
Ein av orsøkunum at ogna sær snøgga ævintýrasavnið eru júst tekningarnar hjá Tord Nygren. Sera hegnisliga spælir teknarin við fatanina av tíð hjá lesaranum. Knappliga koyrir ein traktorur frá 60’unum um brúnna, men pannukøkan rýmir, fyrst frá traktorføraranum og síðan frá mammuni á súkkluni við súkklustólinum. Og tá ið hanin í heslilundini fer eftir vatni til hønuna, fer hann fram við bæði siðbundna bakaranum og smiðinum, men eisini bóndanum við modernaðu slóttutreskjuni. Og fyri at ongin ivi skal vera, so koyrir ein bilur frá 1930’num runt, meðan gandaða prinsessan sveimar undir náttarloftinum.
Bestur ævintýrini hjá Asbjørnsen og Moe
Hervør Jákupsson týddi
255 bls./ innbundin.