Kransurin Kristin Lavransdóttir 1


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 80.00
ISBN: 978-99918-73-35-0
Rithøvundi: Sigrid Undset
Umsett: Edvard Olsen
Evni: Skaldsøgur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 384

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin viðger djúptøkiliga norðurlendska miðøld politiskt, sosialt og átrúnaðarliga á ein sjáldan livandi hátt ígjøgnum gerandisdagin hjá ymsum fólkum undir ymsum umstøðum í fjúrtandu øld.

Søgan er so nógv meira enn bara ein ferð aftur í fortíðina.
Sigridsa egna lív og hennara kunnleiki til norska søgu og miðaldarmentan, hennara egnu royndir sum dóttir, kona og mamma og hennara djúpfesta gudstrúgv seyraði gjøgnum alla hennara skriving.
Hon fataði sambandið millum fortíð og nútíð og sjálva ta menniskjaligu náttúruna, og alt hetta verður skrivað so sjáldsama stílreint inn í verkið, at tað fær serstøðu í norskum bókmentum.

Ikki minst verður bókin mett at vera ein tann fínasta kvinnulýsingin í vesturlendskum bókmentum.
Hon er um gentuna, ið setur seg upp ímóti tí, ið verður væntað av henni, sum ger eftir sínum egna vilja heldur enn at laga seg eftir siðvenju.
Søgan er um gentu, sum er borin til stórbóndagarð, men sum letur hjartað heldur enn skilið ráða, tá ið um kærleika ræður, og hvørjar fylgjur tað fær fyri hennara lívskor.
Hon verður lýst í øllum teimum konfliktum hetta hevur við sær. Og síðan verður alt hetta lagt inn í størri frásjón um stórpolitikk og valdsstríð, glímingina millum heiðinskap og kristindóm, meðan svarti deyði fer um alt Evropa.

KRISTIN LAVRANSDÓTTIR er ein tann besta bókin, skrivað er í Norðurlondum.
Edvard Olsen hevur hjúklað um týðingina saman við fleiri málkønum fólkum, og nú er hon klár at koma á marknaðin á okkara egna máli.

FYRR: 229,-