Maðurin við topphúgvuni


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-73-24-4
Rithøvundi: Uni Holm Johannesen
Evni: Ævisøgur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 214

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Maðurin við topphúgvuni er søgan um ein trukkførara úr Runavík, ið droymdi um eina tilveru sum yrkisspælari. Hann kom sum eitt skot inn á altjóða fótbóltspallin í 1990, tá føroysku amatørarnir skakaðu alt Evropa við at vinna 1-0 á Eysturríki. Við eitt var óvanliga stórur áhugi fyri manninum, sum spældi fótbólt í sjáldsomu topphúgvuni. Tíðindamenn í hópatali vitjaðu føroysku oyggjarnar, og útlendsk fótbóltsfeløg sýndu honum áhuga.

Henda bókin er um endaleysa stríðið hjá einum føroyskum fótbóltsspælara at sleppa ígjøgnum nálareygað. Jens Martin Knudsen spældi í bestu føroysku kappingini í 1985, tá Føroyar stóðu fullkomiliga á berum. Føroyskur fótbóltur hevði tá ongan graslíkisvøll, kappingin var illa fyriskipað og flestu spælararnir vóru tjúkkir og ófantaligir.

Við manninum í topphúgvuni millum stengurnar vunnu Føroyar sær virðing í Evropa. Í 2007, tá hann takkaði fyri seg eftir drúgva tænastu, vóru vit so mikið framkomin, at eingin av hinum pinkutjóðunum stóðu føroyingunum kurl. Jens Martin Knudsen var við allan vegin – frá grúsvøll­unum í 1985 til skipaða pengafótbóltin í 2007.


MAÐURIN VIÐ TOPPHÚGVUNI fæst á FØROYSKUM, ENSKUM og TÝSKUM