Útferðin hjá teimum 4 ungu & aðrar spennandi søgur + cd


Forlag: Bókadeild KFUMs
Útgávuár: 2012
Prísur: 195.00
ISBN: 978-99918-47-29-4
Rithøvundi: Jonna Óluva Poulsen
Evni: Barnabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 174

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin, sum eitur: “Útferðin hjá teimum 4 ungu” hevur sekstan søgur. Fimtan av søgunum eru stuttar meðan tann eina hevur sjey kapitlar.

Jonna sigur, at allir aldursbólkar kunnu lesa bókina. Tó metir hon, at málbólkurin er børn upp til 14 ár. Harafturat fylgir ein fløka við, har Jonna lesur søgurnar. Hetta verður gjørt fyri at børn, sum hava tungt við at lesa, kunnu hoyra søgurnar og møguliga fylgja við í bókini.

Jonna, sum í 15 ár hevur lisið søgur í sunnudagsskúlanum í Tabor á Toftum, sigur, at grundin til at hon hevur skrivað er, at tilfarið av kristiligum barnasøgu er avmarkað. Harafturat hevur hon áhuga í at skrivað sínar egnu søgur.