Eg eri eg mín eg


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 129.00
ISBN: 978-99918-73-23-7
Rithøvundi: Eli Rygg
Umsett: Napoleon Joensen
Evni: Barnabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 48

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Mong børn eru tíverri fyri ágangi ella vansorgan. Og enntá verri: Barndóms­árini ganga, og eingin ger nakað við tað. Kanska vita fólk ikki betur, kanska vita fólk, men vága sær einki at siga ella gera.

Samrøðurnar í bókini um tey ymsu evnini eiga at vekja ans um egnan kropp. Á henda hátt ætla vit at stimbra børn, so at tey tora at siga vaksnum frá, um eitthvørt ónt, illavorðið ella løgið hevur verið teimum fyri.

Eisini verður í bókini lagdur dentur á munin millum spennandi og álvarslig loyndarmál. Vit royna at fáa børn at greiða frá loyndarmálum, sum kunnu vera „so stór sum eitt fjall“, soleiðis sum ein 4 ára gamal smádrongur málbar seg. Og vit ætla, at tilkomin skulu hava dirvi og stundir at lurta eftir tí, ið barnið greiðir frá.
Bókin er skrivað í tí treysti, at tey vaksnu steðga á og geva ávísum børnum gætur, og um neyðugt seta tiltøk í verk. Rithøvundarnir vóna, at bókin fer at gera tað, at vaksin fólk gera eitthvørt, um illgruni er um, at alt ikki ruggar rætt: Orð og tala, harðskapur, kynsligur ágangur, ella at børn eru vitni í ógvusligum foreldraklandri ella ógvusligum foreldrabardaga.

Samrøðuevnini í bókini eru hóskandi til fólk frá 4 til 100 ár.