Sirkulin Engelsfors 1


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2012
Prísur: 280.00
ISBN: 978-99918-74-24-1
Rithøvundi: Mats Strandberg
Umsett: Malan Háberg
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 526

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Engelsfors. Eitt vakurt navn, ein oyðin staður. Umgyrdur av myrkum skógum, har fólk ofta villast og hvørva. Men so fara undarlig ting at henda í hesum lítla sovibýi, og tey eru ikki av tí góða…



Sirkulin er nýggjasta ungdómsbókin frá Bókadeild Føroya Lærarfelags.
Seks ung, sum ikki dáma hvønn annan, eru noydd at arbeiða saman fyri at forða fyri vanlukkuni. Tað einasta tey hava í felag er, at tey øll duga gand. Hetta ljóðar kanska ikki sum nakað nýtt, men blandið við einum sindri av gerandisrealismu og Buffy the Vampire ella Twilight riggar.
Byrjar við einum sjálvmorði
Søgan byrjar, tá ið outsidarin á studentskúlanum í Engelfors, Elias, ger av við seg á vesinum í skúlanum. Tann einasta, sum syrgir hann, er Linnea, lógleysa punkaragentan. Men hví gjørdi Elias av við seg? Byrjanina til svarið fáa tær seks: illa Linnea, populera Ida, nørdurin Minoo, køgguta og smædna Anna-Karin, avslappaða Rebecka og partygentan Vanessa eina náttina, mánin á gátufullan hátt gerst reyður, og tær allar seks verða drignar at einum oydnum urtagarði.
Í urtagarðinum stendur húsavørðurin á studentaskúlanum fyri teimum. Hesin vingluti persónurin er valdur at leiða genturnar, sum skjótt fáa at vita, at lív teirra fyri altíð fer at verða broytt: Tær eru allar heksir, útvaldar at berjast fyri tí góða í endaligu bardøgunum, sum standa fyri framman …
Lesarin hugtikin frá fyrsta orði.


Svenska rithøvundaparið Strandberg og Elfgren syrgja fyri, at lesarin verður hugtikin frá fyrsta orði og situr spentur og bíðar eftir næstu bókini. Sirkulin varð beinavegin eitt fyribrigdi í Svøríki, og leggjast fjepparar afturat hvønn dag bæði í Svøríki og aðrastaðni við. Sjálvt um bókin á fyrsta sinni kom út á svenskum í 2011, er hon longu týdd til fleiri mál.
Sirkulin er 526 bls. og heft við klaffum. Malan Háberg týddi úr svenskum.



Sirkulin - Óhugnaligur og tankavekjandi spenningur


'Sirkulin kann gera øll til bókaormar.' SYDSVENSKAN
'Hetta fer at verða stórt.' DAGENS NYHETER