Linga og Mallus


Forlag: Egið
Útgávuár: 2013
Prísur: 110.00
ISBN: 978-99918-33477
Rithøvundi: Líggjas í Bø
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 123

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Karolina og Michael Malvinius hava fingið eina bók skrivaða um lív teirra.
Tað má metast sjáldsamt, tí serlingar og vanlig fólk fáa sjáldan nakað fest á blað, men fara oftast í gloymslunar hav. Søga teirra er tí ókend. Tú hevur hoyrt um alt tað, sum Christian fjórði fekk av skafti og undrar teg yvir, at hann kundi vera so prúður maður, tá hann arbeiddi so nógv. Øll hini, sum hava teknað, grivið og bygt, eru ikki við í søguni. Tí er bókin, ið Líggjas í Bø hevur skrivað um Lingu og Mallus, kærkomin. Bókin hevur fingið góð orð við á vegnum frá Arnstein Niclasen, Andras Sólstein og Beatu L. Samuelsen. Har er nógv gott sagt, og eisini frá onkrum, sum kundi verið øðrvísi.

Tá tú lesur bókina út í eitt, eru nakrar uppafturtøkur, sum órógva. Hevði tú lisið eitt petti um dagin, órógvaði tað ivaleyst ikki. Ein snaps um dagin, sum læknin mælti til! Tað liggur væl fyri hjá Líggjas at festa á blað; hann dugir við penninum. Tað vita vit frá øðrum, hann hevur skrivað millum ár og dag. Nógv ár eru síðani hann kom við yrkingarsavninum Til lívið. Sera hugaligt, at hann aftur kemur við eini bók, og vónandi fáa vit meira frá hansara hond.

Fyri meg er tað jú ein partur av lívinum, sum her verður sagt frá og tú minnist afturá.
Lívið hjá Lingu og Mallus var heim til Olaf á Stongunum, norð á Kósina og uppi á Skálatoftum. Ein stimitúr út á Bumshamar og norð á Skálatoftir av og á. Tað var teirra verð og tað var helst ivaleyst hjá teimum. Líggjas greiðir frá í bókini, hvussu søgan bara vaks, tá hann byrjaði at skriva okkurt niður um Lingu og Mallus - og heitt var á hann um at fáa út í bók. Aftaná hevur hann fingið manga søguna afturat um tey. Ikki er tað ofta, at bók kemur út mitt á sumri. Heldur plagar tað at vera til jóla. Men neyvan er nøkur metsøla í hesi bók. Tað eru jú mong ár síðan tey fóru herfrá, og tað var í lokala umhvørvinum, tey vóru kend. Annað enn peningaáhugi hevur drivið verkið. Tað kunnu vit fegnast um, og tí hevur bókin uppaftur størri menniskjaligt virði. Hetta er áhugaverd søga og okkurt so mikið dramatiskt, at kundi tað staðið í vikubløðunum. Hóast tú ikki kendi fólkini, kanst tú fáa nógv burturúr teirra serstaka lívi. Tað veksur um sjónarringin. Líggjas greiður opið - uttan dømandi peikifingur - frá lívi teirra við virðing og ein góðan hátt!

Tað er hugvekjandi, at Líggjas hevur valt at geva eina bók út um hesi fólkini. Hon snýr seg ikki einans um Mallus og Lingu, men fólkini rundanum tey, sum hann eisini lýsir. Sera óvanligt at hesi koma í bók. Ikki tí, Líggjas kundi sanniliga skrivað um tey, sum hava verið í fremstu røð, tí tey kennir hann og hevur verið millum. Tí er tað sera áhugavert, at hann júst heiðrar hesi fólkini. Gjørdi hann tað ikki, varð tað helst ikki gjørt. Tað skal Líggjas hava takk fyri.

Jóin Sigurðsson