Lundefangst en fangstdag på Nólsoy


Forlag: Nólsoy
Útgávuár: 2008
Prísur: 250.00
ISBN: 978-99918-3-255-5
Rithøvundi: Jens Kjeld Jensen
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 87

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Med eksempler fra fangsttraditionerne på Nólsoy beskriver bogen den traditionelle færøske fangst af lunder. og de omstændigheder, den er foregået under i hundredvis af år.
Jens-kjeld jensen bog samler for færste gang alle de fænomener i færøsk kultur, der knytter sig til lunden og udnyttelsen af denne traditionelt vigtige ressource.
Fra at være en af de betydeligste fangstressourcer i traditionel færøsk kultur er lunden efterhånden faldet så meget i antal, at det kan komme på tale at frede den i nærmeste fremtid. Så indsamlingen af fakta om lundefangst sker i sidste øjeblik.


Á fyrsta sinni yvirhøvur kemur nú ein bók, ið lýsir allar tættir í føroyskari mentan, knýttir at føroyska sermerkinum - lundanum.
Jens-Kjeld Jensen -fuglafrøðingurin í Nólsoy- hevur við einum lætt fatiligum máli tikið samanum tríati ára royndir, kanningar og vísindaligar greinir um hendan fugl, ið hevði ein sera týðningarmiklan lut í gamla føroyska samfelagnum.
Bókin við heitinum “Lundefangst - en fangstdag på Nólsoy”, er samstundis skrýdd við eini langari røð av bæði gomlum, nýggjum og sjáldsomum myndum, ið lýsa livikor lundans á oyggjum okkara. Myndirnar sýna eisini handfaring okkara -eitt nú veiðihættir- gjøgnum fleiri hundrað ár av hesum vælsmakkandi og føðslugóða fugli.
Í bókini ber til lutvís at lesa um, hvussu ið ein fleygastong verður gjørd, um fleygarættindini, um gomul og nýggj mát, um lundastovnin, Urðina i Nólsoy og um støðuna hjá føroyskum búfugli.
“ Í mongu árum mínum her í Føroyum havi eg savnað eina rúgvu av upplýsingum um lundan og ta siðbundnu nýtslu , sum føryska samfelagið hevur fingið av hesum týðandi tilfeingi. Fyri nøkrum árum síðani fekk eg tað hugskot, at savna hetta í bók, so at ikki bert serfrøðingar -men eisini tey uttan serligan forkunnleika- kunnu fáa eina vitan um tey spennandi og áhugaverdu fyribrigdi í føroysku náttúruni, ið eru knýtt at lundanum,” sigur Jens-Kjeld Jensen.
Og hann leggur áherðslu á, at ein orsøkin er aftrat til, at hann hevur skrivað bókina:
“Og tað er, at lundin er um at hvørva. Innsavningin av hagtølum um fuglin hendur í seinastu løtu, og skal lundin yvirliga sum eitt av sereyðkennum Føroya, so má hann friðast,” sigur Jens-Kjeld Jensen.