Trøllavetur


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2012
Prísur: 158.00
ISBN: 978-99918-1-958-7
Rithøvundi: Tove Jansson
Umsett: Karl N. Hansen
Evni: Barnabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 136

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ikki er tað stuttligt at kenna seg sum Páll púra einsamallan í verðini.



Soleiðis kennir Mumitrøllið seg, tá ið hann knappliga vaknar úr vetrardvala mitt á vetri. Hetta er fyrstu ferð, eitt mumutrøll hevur upplivað veturin, og í fyrstani kennir hann seg øgiliga einsamallan í húsinum, har øll liggja og sova.

Men so við og við koma allar tær loyndarfullu verurnar aftur í dalin, millum aðrar Lítla Mý, sum er ein seregin lítil vera, og nokkso ill, men kanska ikki innast inni.

Og tá ið tey bæði uppliva sólina, sum lyftir seg upp úr havsbrúnni og sendir sínar geislar eftir ísinum, so er Mumitrøllið so glaður, at hann má lyfta Lítlu Mý uppfrá og mussa hana beint á nøsina:



'Ass, ver nú ikki so fjákutur,' segði Lítla Mý. 'Er hetta nakað at leika í um?'

'Jú!' rópti Mumitrøllið. 'Tað verður vár! tað verður lýtt! Alt vaknar.'



Og meðan vit saman við Lítlu Mý og Mumitrøllinum bíða eftir, at alt skal vakna, kunnu vit lesa Trøllavetur.

Bókin er 136 bls. og innbundin, og Karl N. Hansen hevur týtt úr svenskum.