Shakespeare tjóvurin


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2000
Prísur: 30.00
ISBN: 978-99918-1-229-6
Rithøvundi: Gary Blackwood
Umsett: Marianna Debes Dahl
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 236

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ein spennandi, hendingarík krimisøga, tú sleppur henni ikki, fyrr enn síðsta síða er lisin:


- Tú skalt stjala sjónleikin hjá Shakespeare, Hamlet, ella...
Hesi vóru boðini frá harra hansara. Og Skarvur, ein neyðars faðir- og móðurloysingur, ið dugir tað sjáldsama kynstrið at skriftrita: at skriva stutt, kvikliga og loyniliga tað talaða orðið eins skjótt, ið tað verður talað, hann noyðist at gera eftir boðunum.
Harri hansara eigur hann og kann gera við hann, sum honum lystir. Skarvur kemur sær tí fram at í Globe sjónleikarhúsinum, har sjónleikarbólkurin hjá Shakespeare venur og leikar sjónleik - og nú broytist lív hansara av álvara.
Fyri alt í verðini má hann dylja veruligu orsøkina, hví hann er har, fyri Shakespeare og leikarum hansara, sum taka væl ímóti honum og fara við honum, sum var hann ein av teirra egnu. Skarvur kemur í svára tvístøðu: skal hann svíkja álitið hjá nýggju vinunum, teir fyrstu, hann nakrantíð hevur átt? Onga aðrastaðni hevur hann kent seg heima