Nei lyftið sveik ikki


Forlag: Leirkerið
Útgávuár: 2000
Prísur: 200.00
ISBN: 99918-45-08-9
Rithøvundi: Victor Danielsen
Evni: Andaligar bókmentir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 126

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
samandráttur
Henda bók handfer sama evni sum "Aðru ferð",tó við tí muni,at hon greiðir frá afturkomu Harrans,mest soleiðis,sum henda hending fer at verða fyri tey,sum verða tikin við;"Aðru ferð"málar jú hendingina út frá støðu teirra,sum ikki sleppa við,táið Harrin kemur aftur.Eg eri varur við,at onkur fer at finnast at,at eg fyri ein stóran part leggi til grund fyri bókina eina ávirkan,sum ein bók,ið eg sjálvur havi skrivað,ger mun á ein mann,Ólav Ólavsson,og eg eri í grundini ikki heilt eintur við hetta sjálvur.Men tað hevur tykst,sum eg havi ikki fingið gjørt ørvísi,og so sendi eg bókina út,sum hon er,og vóni til Gud,at hann kennist við hana,og ber yvir við mær,um eg havi gjørt skeivt í hesum.Ein partur av hesi bók-júst tann parturin,sum vísir aftur á bókina "Aðru ferð"-varð skrivaður í 1940.Síðani hevur handritið ligið,inntil tað nú hevur eydnast mær at fullføra hana.
Fuglafirði,í mars 1947
Victor Danielsen

Hetta skrivar Victor til fyrstu útgávuna av bókini.Bókin bleiv endurprentað í 1962 og so aftur fyri triðju fer í 2000.