Abbi og apan 1


Forlag: Nám
Útgávuár: 2005
Prísur: 20.00
ISBN: 978-99918-0-389-0
Rithøvundi: Sólrún Michelsen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 24

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókunum.

Abbi og apan er ein skemtilig søga um ein abba, ið siglir úti og hevur eina apu við heim úr Afrika til Hervør og Høgna. Apan er ein ordiligur apukattur, so nú hendir mangt og hvat.


Abbi og apan er triðja bókin í eini røð av ískoytislesibókum. Hinar bøkurnar í røðini eru Morgun og Vár. Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal løtt við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi.

Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunni og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1. - 3. flokki, tær bláu snípurnar 4. - 6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Á hvørjum liti eru trý torleikastig: