Frælsi er ábyrgd


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2000
Prísur: 38.00
ISBN: 99918-44-55-4
Rithøvundi: Høgni Hoydal
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 297

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Frælsi er eitt misnýtt hugtak. Bæði í heimssøguni og í føroyskari søgu.
Eins og „fólkaræði" er frælsi er eitt positivt orð. Og tí er tað eitt spjaldur, sum allir valdsharrar royna at seta á tað, teir standa fyri.
Á einum spjaldri stendur „búskaparligt frælsi". Á einum øðrum „persónligt frælsi". Á einum triðja „frælsar marknaðarkreftir". Á einum fjórða „politiskt frælsi". Og vit kundu hildið fram.
Um frælsi merkir alt tað, sum verður kallað frælsi, merkir frælsi alt. Og tá er tað eitt tómt hugtak.
Hetta er helst orsøkin til, at hugtakið er um at missa sín týdning í tí politiska orðaskiftinum. Tað er so misnýtt, at innihaldið er vorðið kámt og ógreitt.
Hetta er helst eisini orsøkin til, at vit eru farin at aftra okkum við at tosa um frælsi.
Men tora vit ikki at tosa um frælsi, eru vit av sonnum ófræls. Og frælsi er eitt so grundleggjandi, vakurt og týdningarmikið virði, at tað má ikki hvørva á teirri hugsjónarligu uppboðssøluni. Tað má ikki verða køvt av teimum, sum dálka- og misnýta tað til at rættvísgera sínar ógerðir.
Um vit gera okkum greitt nær, hvar og hvussu frælsið verður misnýtt, kunnu vit kanska turka eitt sindur av dustinum av tí bjarta hugtakinum.
Og tá síggja vit skjótt, at frælsishugtakið sum oftast verður misnýtt av fólki sum siga, at ert tú frælsur, sleppur tú undan ábyrgd og skyldum. Ert tú frælsur, kanst tú gera, sum tær lystir, og skalt ikki standa til svars fyri nøkrum.
Tá tosað verður um „frælsar marknaðarkreftir", er mangan talan um slíka misnýtslu. Tí hvussu kunnu marknaðarkreftir vera frælsar?
Tey, sum tosa um frælsar marknaðarkreftir, umboða í roynd og veru ofta ta hugsan, at peningavaldið skal kunna gera júst, sum tí hóvar. Einki skal steðga tí, og tað skal ikki hava atlit til nakað annað enn at sæta sær sjálvum. Í hesum týdningi hevur hugtakið „frælsar marknaðarkreftir" fjalt út yvir kúgan og ófrælsi, sum menniskju og heil samfeløg eru vorðin offur fyri.
Um tær „frælsu marknaðarkreftirnar" ikki taka fulla ábyrgd av sínum gerðum, er talan um eitt avlagað frælsishugtak.
Heilt fram í 20 øld var „politiskt frælsi" bara fyri tey, sum áttu nógv — og tað er tað framvegis í stórum pørtum av heiminum. Men tá kommunistisku einaræðini eystanfyri søgdu seg vilja geva øllum politiskt frælsi, var hugtakið enn einaferð misnýtt: Staturin tók alla ábyrgd og allar skyldur frá tí einstaka.
Men tá vórðu hesi menniskju ófrælsari enn nakrantíð. Tey vóru ófræls, tí tey høvdu onga ábyrgd.
Eisini „tjóðskaparligt frælsi" er misnýtt upp gjøgnum søguna, tá ið tað er nýtt sum grundgeving hjá nøkrum tjóðum at kúga aðrar tjóðir. Tá ið týsku nasistarnir tóku frælsi og lív frá milliónum av menniskjum, søgdu teir seg stríðast fyri sínum egna tjóðskaparliga frælsi og sínum „Lebensraum". Teir tóku ikki ábyrgd av teimum ræðuligu fylgjunum, og tí tað hetta einki við frælsi at gera.
Frælsishugtakið verður misnýtt, tá ið sagt verður, at frælsi er rætturin hjá mær og mínum at gera sum okkum lystir.
Tað verður misnýtt tá ið sagt verður, at tað, at vit eru fræls, merkir, at vit ikki hava ábyrgd.
Frælsi í Føroyum
Tað kann ikki á nakran hátt berast saman við ræðuleikarnar í heimssøguni, men eisini í Føroyum hevur frælsishugtakið havt eitt avlagað innihald — og hevur tað enn.
Í føroyska orðaskiftinum verður tosað um tjóðskaparligt frælsi, politiskt frælsi, búskaparligt frælsi og persónligt frælsi.
Hetta hongur alt saman og treytar hvørt annað. Men ávísar kreftir hava lyndi til at royna at gera tað til mótsetningar.
Tað eru kreftir, sum royna at seta tað tjóðskaparliga og tað politiska frælsið upp ímóti tí búskaparliga og tí persónliga frælsinum — ella „lívsfrælsinum", sum tað verður nevnt.
Sagt verður, at vit bert hava persónligt „lívsfrælsi", um vit fáa stóra peningaveiting uttaneftir. Vit eru bert fræls, um vit ikki hava ábyrgdina av okkara egna búskapi.
Sagt verður eisini, at vit bert eru fræls sum menniskju og einstaklingar, um vit ikki hava ta fullu ábyrgdina av okkara egna trivnaði og vælferð. Vit eru bert fræls sum einstakligar, um vit sum tjóð ikki hava ábyrgdina av okkara egna landi.
Hugsanin er sostatt, at vit bert eru persónliga fræls, um vit eru tjóðskaparliga og politiskt ófræls. Tí við ábyrgdini av landinum fylgja nógvar skyldur — og skyldurnar fara at gera okkum ófræls.
Hetta er eisini misnýtsla av hugtakinum frælsi. Tí frælsi merkir ikki at sleppa undan. Frælsi merkir at sleppa og at skula.
Frælsi merkir ikki at fáa. Frælsi merkir at skapa.
Frælsi merkir ikki at sleppa undan ábyrgd. Frælsi merkir at hava ábyrgd.
Vit eru fræls sum einstaklingar og samfelag, tá ið vit á egnum grundvølli taka upp stríðið fyri einum rættvísum samfelag. Tá vit sjálv hava ábyrgdina av lívstreytunum hjá okkum og okkara næstum. Vit eru fræls, tá ið vit sjálv gera av, hvussu okkara viðurskifti við umheimin skulu røkjast.
Frælsi er at hava ábyrgd.
Frælsur er tann, sum stendur við endan.
Javnstøða er ein fortreyt
Í føroyskum politikki er vanligt, at umboð fyri ávísar flokkar fyrst tosa um vælferð frá landsins talarastólum, og síðan lova fólki, at rokningin verður send til Danmarkar. Á tann hátt tryggja tey føroyingum sítt frælsi, siga tey. Men hetta er júst tekin um eina skipan, har tann, sum gevur lyftini, ikki sjálvur stendur við ábyrgdini — og sostatt tekin um eina ófrælsa skipan. Frælsið hjá føroyingum liggur ikki í eini játtan á donsku fíggjarlógini.
Ført verður eisini fram, at tey, sum virka og hava virkað fyri føroyskum tjóðarfrælsi, hava nakað ímóti donsku tjóðini. Fortreytin fyri okkara samstarvi við danir er, at danska ríkið hevur yvirvaldsrættin — fullveldið — yvir Føroyum, verður sagt. Og tí skulu vit siga tjóðarfrælsið frá okkum afturfyri at varðveita tað tætta sambandið við Danmark.
Men tað er tvørturímóti. Treytin fyri veruligum samstarvi er javnstøða og virðing. Og at fáa tjóðarfrælsi er at vinna sær javnstøðu og virðing millum aðrar tjóðir. Eisini danir fara at hava størri virðing fyri javnsettum, sjálvstøðugum føroyingum, enn teir hava fyri undirskipaðum heimastýrisføroyingum.
Og ein fræls føroyskt tjóð fer sjálvsagt at samstarva væl og nógv og tætt við bæði ta frælsu donsku tjóðina og aðrar frælsar tjóðir.
Men at vinna Føroyum tjóðarfrælsi krevur stór tøk. Og tað er ikki eitt stríð, sum endar, tá ið tað er vunnið. At vera ein fræls tjóð fer at krevja nógv av okkum og hava við sær nógvar skyldur — bæði mótvegis okkum sjálvum og øðrum tjóðum.
Men soleiðis er frælsi. Tað er ikki at sleppa undan. Tað er at sleppa og at skula.
Fyri tann einstaka er tað skyldan til at taka við ábyrgdini av sær og sínum og viðurskiftunum við næstan.
Fyri tjóðir er tað skyldan til at taka við allari ábyrgd av landinum og viðurskiftunum við onnur lond.
Er eingin ábyrgd, er einki frælsi.
Tí frælsi er ábyrgd.


Í hesum savni er eitt úrval av greinum og røðum, sum allar eru bygdar á hesa grundleggjandi hugsan.
Okkurt er frá tíðini, áðrenn undirritaði yvirhøvur hevði hugsað tankan um at fara upp í politikk, nakað er úr valstríðnum í 1998, og tað mesta er úr einum landsstýrisskeiði, har stór mál støðugt hava verið á skránni.
Tilfarið er ikki nøkur fullfíggjað lýsing, men kortini ein mynd av tí, ið hevur fyrifarist, nú sjálvstýrisvongurin fyri fyrstu ferð síðan 1966 hevur sitið við landsins leiðslu.
Savnið vísir eisini, hvussu støðan til summi mál er broytt í samsvari við royndir og møguleikar.
Har einki annað er tilskilað, er talan um blaðgreinir. Tær røður og greinir, eg havi skrivað á donskum, havi eg latið vera standandi á donskum.
Annars eru uppsetingin og málið hampað nakað, eins og nakrar av endurtøkunum í úrvalinum eru lúkaðar burtur.
Øllum teimum, sum hava stuðlað, hjálpt og veitt íblástur til hetta savn, takki eg hjartaliga.
Ein serlig tøkk verður veitt Sjúrði Skaale, Jonhardi Mikkelsen og Kalmari Lindenskov fyri stuðul og tekniska hjálp.

Tórshavn á Andrasarmessu 2000

Høgni Hoydal