Eydnufelagið


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2000
Prísur: 50.00
ISBN: 99918-44-49-x
Rithøvundi: Amy Tan
Umsett: Turið Sigurðardóttir
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 316

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Jing-mei, sum umboðar høvundin, veksur upp í tveimum mentanum, amerikanskari og kinesisk-ari. Hon tekur í fyrsta umfari ta amerikonsku framum, men sleppur ikki frá hinari síðuni av sær sjálvari.Tá ið hon er vaksin, kennir hon tørvin á at vita meira um sínar kinesisku røtur. Kunnleikin, hon fær, gevur henni alstóra virðing fyri siðum og lívshátti hjá móðurini.
Bókin er forkunnug lýsing av sambandi millum móður og dóttur, hvussu tað er at liva fjart frá sínum upphavligu rótum, og hvussu tað kenst at fáa nýggjar røtur at festa seg.

Týðari: Turið Sigurðardóttir

Kostnaðurí bókabúðum 220 kr
Bókaklubbaprísur 160 kr

Men Bing var bara fýra, lættur at øsa og keddist og argaðist lætt. Hann vildi ikki spæla við beiggjarnar, tí teir høvdu skumpað hann til viks og ávarað hann: „Nei, Bing, tú bara brýtur tað.“
Tí reikaði Bing oman eftir strondini, gekk stívur sum ein avsettur keisari, hentaði steinar og stubbar av rekaviði og blakaði teir so hart, sum hann orkaði, út í brimið. Eg gekk aftan á honum og hugsaði um flóðina, og hvat eg skuldi gera, um hon kom. Eg rópti javnan á Bing. „Far ikki ov nær sjónum. Tú verður vátur um beinini.“ Og eg hugsaði um, hvussu nógv eg líktist mammu, altíð órímiliga stúrin inni í mær sjálvari, samstundis sum eg tosaði um vandan, sum um hann var minni, enn hann veruliga var. Stúranin umringaði meg eins og hamrarnir víkina, og hon fekk meg at kenna tað, sum um alt nú var eftirkannað og trygt.
Mamma hevði í veruleikanum ta pátrúgv, at børn vóru móttakilig fyri ávísum vandum ávísar dagar, alt eftir nær teirra kinesiski føðingardagur var. Tað var greitt frá tí í einari lítlari kinesiskari bók, sum æt Tey seks og tjúgu óndu portrini. Har var á hvørjari síðu mynd av onkrum ræðuligum vanda, sum hótti smá sakleys børn. Í hornunum var ein lýsing skrivað á kinesiskum, men eg dugdi ikki at lesa teknini og sá tí bara, hvat myndin merkti.
Sami lítli drongur var á hvørjari mynd: nú kleiv hann upp í eina brotna trægrein, nú stóð hann við eitt portur, sum fór um koll, so datt hann niður í eina træbalju, varð borin avstað av einum glepsandi hundi og flýddi undan einum snarljósi. Og á hvørjari av hesum myndunum stóð ein maður, sum tóktist at vera í edlubúna. Hann hevði eina stóra rivu í enninum, ella kanska hevði hann í veruleikanum tvey rund horn. Á einari mynd stóð edlumaðurin á einari bogaðari brúgv og flenti, meðan hann eygleiddi ein lítlan drong, sum datt fram av rekkverkinum við beinunum upp í loft.
Tað hevði verið nóg nógv at hugsa sær, at ein av hesum vandunum kundi henda eitt barn. Og hóast føðingardagarnir bara svaraðu til ein vanda, so stúrdi mamma fyri teimum øllum. Tað var tí, at hon dugdi ikki at rokna út, hvussu tær kinesisku dagsetingarnar, sum bygdu á mánakalendaran, stóðu í mun til amerikanskar dagsetingar. Tí tók hon teir allar við í rokningina og var ivaleys í, at hon kundi forða fyri teimum øllum.


Sólin hevði flutt seg yvir um víkina. Alt var í góðum skili. Mamma fekst við at busta sand av teppinum, rista sand úr skóm og við at festa hornini á teppinum við nýristum skóm. Pápi stóð enn langt úti á rivinum, kastaði tolin og bíðaði eftir, at nengkan skuldi birtast sum ein fiskur. Eg sá smáar skapningar longri niðri á strondini, og eg sá av teimum myrku høvdunum og gulu buksunum, at tað vóru systrar mínar. Rópini frá beiggjum mínum blandaðust saman við gólið frá másunum. Bing hevði funnið eina tóma sodavatnsfløsku og brúkti hana til at grava sand við tætt við tann myrka hamaran. Og eg sat á sandinum, júst har sum skuggarnir endaðu, og sólskinið byrjaði.
Bing sló sodavatnsfløskuna móti klettinum, og eg rópti til hansara: „Grava ikki so hart. Tú fert at bróta hol í klettin og detta allan vegin til Kina.“ Og eg flenti, tá ið hann hugdi at mær, sum um hann helt, at tað, sum eg segði var satt. Hann reisti seg upp og fór til gongu oman móti sjónum. Hann setti annan fótin roynandi á rivið, og eg ávaraði hann: „Bing.“
„Eg fari til babba,“ mótmælti hann.
„Gakk nær við hamaran, meðni,“ segði eg, „ansa tær fyri teimum óreinu fiskunum.“
Og eg hugdi, meðan hann otaði seg spakuliga út eftir rivinum við bakinum móti tí óslætta klettavegginum. Eg síggi hann enn so týðuliga, at eg næstan kenni tað, sum eg kann fáa hann at vera har altíð.


Eg síggi hann standa undir hamrinum, tryggan, og rópa á pápa, sum hyggur um økslina móti Bing. Sum eg eri glað, at pápi fer at ansa eftir honum eina løtu! Bing fer til gongu, og so nippar í línuna hjá pápa og hann vindur so skjótt, sum hann kann.
Róp hoyrast. Onkur hevur kastað sand í andlitið á Luke, og hann er lopin upp úr sandgrøvini og hevur kastað seg oman á Mark, meðan hann bukar og sparkar. Mamma rópar á meg, og biður meg steðga teimum. Og beint sum eg havi togað Mark av Luke, hyggi eg upp og síggi Bing ganga einsamallan á tromini á rivinum. Í bardagarokinum varnast eingin annar tað. Tað eri bara eg, sum síggi, hvat Bing ger.
Bing gongur eitt, tvey, trý fet. Hansara lítli kroppur flytur seg so skjótt, eins og hann hevði rakt við okkurt undurfult í sjóvarmálanum. Og eg hugsi: Hann fer at detta útí. Eg vænti tað. Og júst sum eg hugsi hetta, eru føturnir á honum longu í luftini, í einum brá av javnvág, áðrenn hann dumsar útí og hvørvur utan so mikið sum at lata ein vørr eftir seg á sjónum.


Eg hoknaði niður á knøini, meðan eg hugdi at staðnum, har hann hvarv, vikaði meg ikki, segði ikki eitt orð. Eg fekk ikki skil á tí. Eg hugsaði: Skuldi eg runnið oman og roynt at fingið hann upp? Skuldi eg rópt á pápa? Klári eg at reisa meg á føtur nóg skjótt? Kann eg kalla alt aftur og forbjóða Bing at fara út á rivið til pápa?
Og tá komu systrar mínar aftur, og onnur teirra spurdi: „Hvar er Bing?“ Tað var tøgn nøkur fá sekund og síðan róp og sandrok, meðan tey øll runnu fram við mær oman til sjógvin. Eg stóð har og fekk ikki rørt meg, meðan systrar mínar leitaðu undir hamrinum, meðan beiggjar mínir turnaðu runt og hugdu aftur um rekatrø. Mamma og pápi royndu at skilja aldurnar við hondunum.
Vit vóru har í nógvar tímar. Eg minnist bátarnar, sum leitaðu og sólsetrið, tá ið skýmingin kom. Eg hevði ongantíð sæð sovorðið sólsetur: Ein bjartur eldreyður logi, sum nart við havsbrúnna og síðan breiddi seg út og vermdi sjógvin. Tá ið tað varð myrkt, tendraðu bátarnir sínar gulu knøttar og vaggaðu upp og niður á tí myrka, blanka sjónum.
Tá ið eg líti aftur nú, tykist tað ónatúrligt at hugsa um litirnar á sólsetrinum og bátarnar í einari sovorðnari løtu. Men vit høvdu øll løgnar hugsanir. Pápi roknaði minuttir, metti um hitan á sjónum og endurmetti hugsan sína um, nær Bing datt útí. Systrar mínar róptu: „Bing! Bing!“ sum um hann krógvaði seg aftan fyri nakrar runnar høgt uppi yvir klettunum. Beiggjar mínir sótu friðarliga í bilinum og lósu teknirøðir. Og tá ið bátarnir sløktu sínar gulu lyktir, leyp mamma útí. Hon hevði ongantíð gjørt eitt svimjitak í lívinum, men hennara trúgv á nengkan sítt sannførdi hana um, at tað sum hesir amerikanararnir ikki vóru førir fyri, tað kláraði hon. Hon fór at finna Bing.
Og tá ið bjargingarfólkini at enda togaðu hana upp úr sjónum, var nengkan hennara óskalað. Hárið, klæðini, vóru tung av køldum sjógvi, men hon stóð kvirr, sinnilig og tignarlig sum ein havdrotning, ið var nýstigin upp úr sjónum. Løgreglan steðgaði leitingini, setti okkum øll upp í bilin hjá okkum og sendi okkum heim at syrgja.

Eg hevði væntað, at tey fóru at buka meg til deyðis, pápi, mamma og systkin míni. Eg visti, at tað var mín skyld. Eg hevði ikki ansað nóg væl eftir honum, og kortini hevði eg sæð hann. Men tá ið vit sótu í tí myrku stovuni, hoyrdi eg tey eitt fyri og annað eftir teska um sína iðran.
„Eg var sjálvgóður at fara við tráðu,“ segði pápi.
„Vit skuldu ikki verið farnar túr,“ segði Janice, meðan Ruth snýsti sær aðru ferð.
„Hví skuldi tú kasta sand í andlitið á mær?“ eymkaði Luke seg. „Hví skuldi tú fáa meg at berjast?“
Og mamma viðgekk stillisliga fyri mær: „Eg bað teg skilja teir sundur. Eg bað teg taka eyguni av honum.“
Um eg hevði havt stundir til at kenna nakran lætta, so var hann horvin í somu løtu, tí mamma segði eisini: „So nú sigi eg tær, vit mugu fara at leita eftir honum og finna hann, skjótt, í morgin ári.“ Og øll hugdu niður. Men eg tók tað sum mína revsing: at fara aftur á strondina við mammu at hjálpa henni at finna líkið av Bing.


Einki hevði fyrireikað meg til tað, sum mamma gjørdi dagin eftir. Tá ið eg vaknaði, var tað enn myrkt, og hon var longu ílatin. Á køksborðinum var ein varmafløska, ein koppur av te, tann hvíta kunstleðurbíblian og billyklarnir.
„Er pápi klárur?“ spurdi eg.
„Pápi kemur ikki,“ svaraði hon.
„Men hvussu fara vit so? Hvør skal koyra okkum?“
Hon tók lyklarnar, og eg fór aftan á henni út gjøgnum dyrnar til bilin. Eg undraðist alla tíðina, meðan vit koyrdu til strondina, á, hvussu hon hevði lært at koyra eftir einari nátt. Hon brúkti einki kort. Hon koyrdi lagaliga, vendi oman á Geary og síðan Great Highway, vísti av hvørja ferð hon átti at gera tað, kom inn á Coast Highway og snaraði lættliga bilinum gjøgnum tey krøppu svingini, sum ofta fingu óroyndar bilstjórar at rúka beint fram av klettunum.
Tá ið vit komu á strondina, gekk hon beinanvegin oman eftir eyrgøtuni og út til endan á rivinum, har sum eg hevði sæð Bing hvørva. Hon hevði ta hvítu bíbliuna í hondini. Og meðan hon hugdi út á sjógv, rópti hon á Gud, og másarnir bóru hennara veiku rødd upp til himmals. Tað byrjaði við „Góði Gud,“ og endaði við „amen,“ og harímillum tosaði hon kinesiskt.
„Eg havi altíð trúð á tínar vælsignaðu gávur,“ prísaði hon Gudi í sama tóna sum hon nýtti til fagurlátað kinesiskt rós, tá ið nógv var gjørt av. „Vit vistu, at tær fóru at koma. Vit ivaðust ikki um tær. Tínar avgerðir vóru okkara avgerðir. Tú lønti okkum fyri trúgv okkara.
Afturfyri hava vit altíð roynt at víst tær djúpastu virðing. Fóru í títt hús. Vit bóru tær pengar. Vit sungu tínar sangir. Tú gavst okkum fleiri signingar. Og nú hava vit mist eina av teimum burtur. Vit vóru óskettin. Tað er satt. Vit áttu so nógvar góðar gávur, at vit fingu ikki havt tær í huganum alla tíðina.
Tí hevur tú kanska krógvað hann fyri okkum fyri at læra okkum at ansa betur eftir gávum tínum í framtíðini. Eg havi lært hetta. Eg havi fest mær tað í minnið. Og nú eri eg komin at fáa Bing aftur.“
Eg lurtaði í tøgn, meðan mamma segði hesi orðini, ræðslusligin. Og eg fór at gráta, tá ið hon legði aftrat: „Fyrigev okkum hansara ringa atburð. Dóttir mín, hon sum stendur her, fer vissuliga at læra hann at akta, áðrenn hann vitjar teg aftur.“
Tá ið hon hevði biðið, var trúgv hennara so stór, at hon sá hann, tríggjar ferðir, har hann veittraði til hennara beint handan ta fyrstu alduna. „Nale!“ - Har! Og hon stóð røtt sum ein varðmaður, til eyguni bilaðu henni tríggjar ferðir, til Bing broyttist til ein døkkan meldur av tarabløðum.
Mamma fall ikki í fátt. Hon gekk inn aftur á strondina og legði bíbliuna niður. Hon tók varmafløskuna og tekoppin og gekk oman í sjóvarmálan. Og tá segði hon mær, at náttina fyri hevði hon skimast aftur í lív sítt, tá ið hon var genta í Kina, og hetta var tað, sum hon hevði funnið.
„Eg minnist ein drong, sum misti hondina í einari vanlukku av fýrverki,“ segði mamma, „eg sá slintrurnar av arminum á hesum dreinginum, hansara tár, og síðan hoyrdi eg mammu hansara vissa hann um, at ein nýggj hond fór at vaksa út, nógv betri enn hin gamla. Henda mamman segði, at hon fór at gjalda eina ættarskuld aftur tíggjufalt. Hon fór at nýta eina vatnviðgerð til at blíðka vreiðina hjá tí tríoygda eldgudinum Chu Jung. Og so varð, vikuna eftir sá eg henda dreingin á súkklu, og við báðum hondum stýrdi hann fram við mínum bilsnu eygum!“
Og nú gjørdist mamma ógvuliga tigandi. Hon tók aftur til orða á hugsanarsaman og virðiligan hátt.
„Ein forfaðir okkara stjól einaferð vatn úr einum heilagum brunni. Nú roynir sjógvurin at stjala afturímóti. Vit mugu blíðka tann Lykkjuta Drekan, sum býr í sjónum. Og síðan mugu vit fáa hann at sleppa Bing leysum við at geva honum ein annan dýrgrip, sum hann kann krógva.“
Mamma skonkti te, sum var søtað við sukri í koppin og tveitti tað á sjógv. Síðan læt hon hondina upp. Í lógvanum lá ein ringur við vatnbláum safiri, gáva frá mammu hennara, sum var deyð nógv ár frammanundan. Hesin ringurin, segði hon mær, fekk konur at stara brellandi og gjørdi, at tær skettaðu ikki um børnini, sum tær ansaðu so morðgíriga. Hann fór at fáa tann Lykkjuta Drekan at gloyma Bing. Hon blakaði ringin á sjógv.
Men Bing kom ikki undan kavi beinanvegin hóast hetta. Í okkurt um ein tíma sóu vit einki uttan tara reka framvið. Og tá sá eg hana sláa seg fyri bringuna, og hon segði við bilsnari rødd: „Hygg, tað var tí vit hugdu skeivan veg.“ Og eisini eg sá Bing koma tvassandi so móðan við skónum í hondini og lútandi við sínum myrka høvdi av møði. Eg føldi tað, sum mamma føldi. Hungrið í hjørtum okkara mettaðist í stundini. Og síðan sóu vit báðar, áðrenn vit fingu reist okkum upp, at hann festi í eina sigarett og tognaði og gjørdist fremmandur.
„Mamma, kom nú,“ segði eg so spakuliga, sum til bar.
„Hann er har,“ segði hon avgjørd og peikaði móti tí taggutu strondini hinumegin víkina. „Eg síggi hann. Hann er í einum helli, situr á einum stalli oman fyri sjóvanmálan. Hann er svangur og eitt sindur kaldur, men nú hevur hann lært ikki at knarra ov illa.“
Og nú reistist hon og fór til gongu tvørtur um sandstrondina, sum um hon hevði verið ein fastur, steinsettur vegur, og eg royndi at elta hana, strevaðist og stumblaði í teimum mjúku heyggjunum. Hon gekk niðan eftir teirri brøttu gøtuni hagar, sum bilurin stóð, og hon ikki so mikið sum tivaði, tá ið hon dró eina stóra bilslangu úr viðførisrúminum. Í henda bjargingarringin festi hon dorgina á bambustráðuni hjá pápa. Hon fór omanaftur og kastaði slanguna á sjógv, meðan hon helt í tráðuna.
„Hesin fer at koma fram á Bing. Eg fái hann aftur,“ segði hon ódliga. Eg hevði ongantíð fyrr hoyrt so nógv nengkan í málinum á mammu.
Slangan fylgdi huga hennara. Hon rak útfrá og yvir um víkina, har størri aldur fingu fatur á henni. Tað táttaði í dorgina, og hon gjørdi sítt ítasta fyri at halda um tráðuna. Men dorgin slitnaði og snyrlaðist niður á sjógv.
Vit klintraðust báðar út á endan á rivinum at hyggja. Slangan var nú komin yvir um víkina. Ein stór alda slongdi hana í klettin. Tann uppblásta slangan støkk upp og varð síðan sogin undir klettin og inn í eitt helli. Hon kom brestandi útaftur. Aftur og aftur hvarv hon, kom út skínandi svørt og greiddi trúfast frá, at hon hevði sæð Bing og at hon fór innaftur at royna at skrykkja hann frá hellinum. Aftur og aftur kavaði hon og kyknaði uppaftur, tóm men enn vónrík. Og tá hon tíggjundu ella tólvtu ferð varð sogin inn í tað myrka holið, kom hon útaftur í lepum og lívleys.
Í teirri løtuni og ikki fyrr enn í teirri løtuni fall hon í fátt. Mamma hevði eitt brá á andlitinum, sum eg aldrin fari at gloyma. Tað var eitt brá av fullkomnum vónloysi og ræðslu um at hava mist Bing, um at hava verið so býtt at halda, at hon kundi brúka trúgv til at broyta lagnu. Og tað gjørdi meg illa - so blindandi illa - at alt var miseydnað okkum.



Eg veit nú, at eg hevði ongantíð væntað at finna Bing, eins og eg veit nú, at eg fari ongantíð at finna nakran máta at bjarga hjúnabandi mínum. Men mamma sigur, at eg eigi at royna kortini.
„Til hvat?“ sigi eg. „Tað er eingin vón. Tað er eingin meining í at halda fram at royna.“
„Tí tú mást,“ sigur hon. „Hetta er ikki vón. Ikki meining. Hetta er tín lagna. Hetta er títt lív, tað sum tú mást gera.“
„Men hvat kann eg gera?“
Og mamma sigur. „Tú mást sjálv hugsa um, hvat tú mást gera. Um onkur sigur tær, so roynir tú ikki.“ Og hon fer út úr køkinum og letur meg hugsa um hetta.
Eg hugsi um Bing, at eg visti, at hann var í vanda, at eg læt tað henda. Eg hugsi um hjúnaband mítt, teknini eg hevði sæð, tað hevði eg veruliga. Men eg læt tað bara henda. Og nú haldi eg, at lagna er skapað helvt um helvt av tí, sum vit vænta og av ósketni. Men onkursvegna er tað so, at trúgvin fær yvirvánirnar, tá ið tú missir okkurt tú elskar. Tú mást sketta um tað, sum tú hevur mist. Tú mást gera væntanina til einkis.
Mamma skettar enn um. Handa bíblian undir borðinum. Eg leggi bíbliuna á borðið og blaði kvikliga ígjøgnum hana, tí eg veit, at tað er har. Á síðuni áðrenn Nýggja Testamentið byrjar er ein deild, sum eitur „Andlát,“ og har hevur hon skrivað „Bing Hsu“ við blýanti, sum er lættur at strúka burtur.

FYRR: 188,-