Víkingar rændu tey ljóðband


Forlag: Ljóðbókanevndin
Útgávuár: 2000
Prísur: 150.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Torill Thorstad Hauger
Evni: Ljóðbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 0


samandráttur
Ljóðbókin er á 5 bondum og tíðin er umleið 5 tímar,Símun av Skarði lesur.Vit eru stødd í Írlandi í tíggjundu øld.Patrik og Sunniva spæla á bønum og skjóta við boga inni í loyndarfulla skógunum.Hetta var besta summarið,fólk vistu at siga frá.Men so hendi tað.Fremmandir hermenn stevna á ræðandi drekum inn móti írsku strondini.Hermenninir tysja í land:teir brenna kleystrið,drepa nakrar munkar og ræna dýrgripir.Ræðslusligin flýggja fólk.Brádliga minnast Patrik og Sunniva lítla fylið,sum stendurí tjóðri á garðinum.Kvikliga venda tey.Tjóðri loysa tey,og fylið sleppur burtur.Men nú varnaðust teir fremmandu hermennirnir børnini.Tey verða tikin fangar og førd umborð á ein dreka.Og síðan ber leiðin í landnyrðing.Móti landi norðmanna og víkinga....."Víkingar rændu tey" er tann fyrsta í eini røð við trimum bókum.