Fróðskaparrit 58. bók

Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2010
Prísur: 270.00
ISBN: 978-99918-65-31-7
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 151

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Heitið á grein hjá Hjalmar P. Petersen er Analytiskt mið- og hástig. Hann vísir á, at føroyskt er í ferð við at broytast frá einum syntetiskum til eitt analytiskt mál. Eitt dømi er tað analytiska mið- og hástigið, sum breiðir seg, t.d. sjúkari verður til meira sjúkur, sjúkastur til mest sjúkur. Her verður kannað, hvussu langt broytingin er komin, og nakað verður sagt um grundirnar til hesar broytingar.

Eivind Weyhe hevur tríggjar greinar: Hundatátturin og Dansk Kongetal – og tvey bygdamál; Føroyskur málføramunur sambært Schrøter og Sørensen; Ein táttur eftir Sjóvarbóndan – ella tveir?

Tann fyrsta greinin lýsir samband millum Hundatáttin og donsku vísuna ”Dansk Kongetal”. Tann danska vísan hevur eina uppreksan av donskum kongum, og í Hundatáttinum er uppreksan av hundum í eini føroyskari bygd. Tvær uppskriftir eru av Hundatáttinum umboðandi tvær dialektir, og í greinini verður víst á, hvussu tey dialektisku eyðkennini koma til sjóndar í uppskriftunum.

Í 1823 kom út týðing J. H. Schrøters av Matteusar evangelium. Schrøter hevði brúkt sunnanmál í síni týðing, og norðoyarpresturin Søren Sørensen vildi vísa, hvussu ein umseting kundi sæð út á norðanmál, og umsetti ein kapitul í Matteusar evangelium. Hesir tekstir eru millum fyrstu royndirnar at skapa føroyskan prosatekst, men týðararnir valdu hvør sína málsligu leið.

Í triðju greinini vísir høvundurin á samband millum ”Mikkjals tátt” í Føroya kvæðum og táttin ”Abba Nouva”, sum stendur í Fugloyarbók. Høvundurin setur fram ta tilgiting, at Sjóvarbóndin Jens Chr. Djurhuus (1773-1853) kann hava yrkt báðar tættirnar.

Greinin Färösk lexikografi eftir Björn Hagström sála er um føroyska orðabókagerð frá Svabo og fram til ”Móðurmálsorðabókina” frá 1998. Víst verður á, hvussu málrøktarstarv og skiftandi málpolitikkur koma til sjóndar í orðabókagerð upp gjøgnum tíðirnar.

Edit Bugge lýsir í greinini Den norske folkevisedansen: Den edleste gave, eller ”ein akademisk avlans av eit naturfænomen”? norskan fólkavísudans sum eina tulking av føroyska dansinum. Umrøddar verða tvær vitjanir í Noreg hjá føroyskum dansifeløgum, sum hava havt ávirkan á norska dansin – og fyri ein part ført til split í norskum fólkadansihøpi.

Arne Kalland samanber i greinini Fangst av grindehval i Norge – vs. Færøyene grindaveiði í hesum londum. Meðan grind í Føroyum varð rikin á land, var í Noreg vanligt at brúka nót. Grindahvalur hevur verið sjáldsamar við norsku strendurnar, og norðmenn høvdu hvørki kunnleika ella amboð til hóskandi rakstrar- og drápshátt - hóast fleiri áheitanir um at læra av føroyingum. Føroysk lóggáva og siðvenja í sambandi við grindadráp, grindabýti o.a. má haldast at vera staðbundin innovatión og ikki komin uttaneftir.

Í nógv ár er lívið hjá gráspurvum fylgt, og í seinasta Fróðskaparriti skrivaðu Eyðfinn Magnussen og Jens-Kjeld Jensen greinina Ringing recoveries of house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands. Nú kemur seinna grein eftir somu høvundar: Breeding biology of the house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands. Her verður nøringin hjá gráspurvum fylgd út frá ringmerking av ungum.

Eins og í undanfarnum Fróðskaparritum verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti í 2009 (Nýtt innan vísindi). Eisini er yvirlit yvir vísindalig avrik um føroysk viðurskifti hjá granskarum innan- og uttanlands í 2009 (Vísindaritverk 2009).