Fróðskaparrit 55. bók


Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2007
Prísur: 270.00
ISBN: 978-99918-65-16-4
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 207

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Povl Skårup hevur grivið í gomlu skúlasøguni í Havn og fer inn á upprunan hjá Torluf Gregersen, ið var Næmingar í latínskúlanum í Havn, og seinni próvstur í Føroyum til 1625.

Elin Súsanna Jacobsen hevur gjøgnum nógv ár granskað heilsuverkið og tey niðurundirkomnu í landinum. Í hesari bókini hevur hon skrivað um: Tukthús, arbeiðshús og fátækragarður.

Í bók 54 vóru 4 greinir um ungdómsatburð, og nú kemur nr. 5 í hesari røðini, ið Vár í Ólavsstovu hevur skrivað: National identitet i det færøskfaglige rum i det almene gymnasium.

Bók 55 hevur 2 greinar um málið. Majbritt Pauladóttir hevur skrivað: Nakrar hugleiðingar um, hvussu sagnorðini blíva og verða koma fyri í nútíðar, munnligum føroyskum, meðan Ariadne Benet, Susana Cortés og Hjalmar P. Pedersen hava granskað í: Gender in language contact: Evidence from Faroese-Danish and Catalan-Spanish.

Tvær greinar umrøða plantufrøði: J. Andy McMullen og Kevin J. Edwards: The vegetation of grass roofs in the Faroe Islands – an ordination study from Sandoy, har plantuvøksturin í flagtøkum verður sammanborin við plantusløgini, har fløgini vórða tikin. Hin plantufrøðiliga greinin, ið Anna Maria Fosaa og Erla Olsen hava skrivað: The impact of grazing on mountain vegetation and the arbuscular mycorrhizal symbiont, snýr seg um ta ávirkanina, ið seyðabitið hevur á fjallavøksturin og sopprótina.

Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen hava saman skrivað greinina: Valiation of ECMWF analysis wave data from the area around the Faroe Islands, ið er partur av doktararitgerðini hjá Bárði í ár við heitinum: Aldumodel fyri leiðirnar kring Føroyar.

Endiliga hava Jan Sørensen, Jógvan F. Hansen og Regin Joensen kannað botndjóralívið í fjøruni: Soft bottom community structure in Faroese fjords.

Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti í 2006 (Nýtt innan vísindi í 2006). Eisini er yvirlit yvir tað, sum granskarar innan- og uttanlands hava útint av vísindaligum avrikum av ymsum handa slag um føroysk viðurskifti í 2006 (Vísindaritverk 2006).

Fróðskaparrit verður útgivið av forlagnum Fróðskapi, Faroe University Press. Fróðskaparrit hevur fingið Firouz Gaini sum ritstjóra saman við Dorete Bloch, ið hevur ritstjórnað síðan 1994. Firouz Gaini tekur sær av hugvísindum og Dorete Bloch av náttúruvísindum.