Fróðskaparrit 53. bók


Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2005
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-41-03-2
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 164

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fróðskaparrit inniheldur vísindaligar greinir, ið á ein ella annan hátt viðgera føroysk viðurskifti. Bók 53 er 164 síður og inniheldur 8 greinir; 4 innan hugvísind og 4 um náttúruna, og er hetta 13. ritið í røðini, sum Dorete Bloch hevur ritstjórnað.

W.B. Lockwood er enskur málfrøðingur, ið síðani 1961 hevur skrivað fyrst og fremst um føroysk fuglanøvn, men í 1995 eisini um føroysk hvalanøvn. Nú hevur hann eina stutta grein um orðið “grind”, og tá Lockwood nú er vorðin 88 ár, skrivaði hann, at hetta kanska fór at verða hansara svanasangur.

Hjalmar P. Petersen hevur aftur skrivað um føroyska málið, í hesi bók um “r” sum í Frænda.

Sum partur av doktararitgerðini hjá Bergur Rønne Moberg kemur greinin Den stækkede Eros – En analyse af novellen Dilettanterne af William Heinesen. Bergur Rønne Moberg vardi ritgerðina í mars 2004 á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

Ingvar Svanberg hevur skrivað fleiri fólkalívsfrøðiligarar greinir í Fróðskaparrit, mest um ymiskt, ið hevur verið brúkt til matna. Hesa ferð hevur hann saman við Sigurður Ægisson skrivað eina grein um havgásina, ið er bæði málfrøðilig og fólkalívsfrøðilig. Ein mynd úr hesi grein prýðir permuna á Fróðskaparrit 53.

Høgni H. Debes er doktaralesandi á Fiskirannsóknarstovuni, og hevur hann til tess saman við Benni Winding Hansen og Per Juel Hansen skrivað eina grein um æti á landgrunninum The relative importance of protozooplankton and copepods as grazers on phytoplankton during a spring bloom on the Faroe Shelf.

Í tíðarskeiðnum 1952-1965 merkti Fiskirannsóknarstovan tosk. Hetta tilfar verður nú almannakungjørt í greinini Migration of cod (Gadus morhua): Tagging experiments at the Faroes 1952-1965, ið fyrrverandi stjórin á Fiskirannsóknarstovuni Jákup Sverri Joensen hevur skrivað saman við Petur Steingrund, Arnold Henriksen og Rógva Mouritsen.

Í 2002 kom ein fluga, ið stingur illa, til fjósini á Velbastað. Í greinini The stable fly (Stomoxys calcitrans)(Diptera: Muscidae) recorded from the Faroes siga Søren Achim Nielsen og Dorete Bloch frá hesi flugu og øðrum skordjórum, ið liva í fjósum.

Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti í 2004 (Nýtt innan vísindi í 2004). Eisini er yvirlit yvir tað, sum granskarar innan- og uttanlanda hava útint av vísindaligum avrikum av ymsum handa slag um føroysk viðurskifti í 2004 (Vísindaritverk 2004).