Roknskaparfrøði


Forlag: Nám
Útgávuár: 2010
Prísur: 50.00
ISBN: 978-99918-2-063-7
Rithøvundi: Finn Jensen
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 185

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin Roknskaparfrøði er ætlað næmingum, ið lesa virkisbúskap. Bókin er hent hjá teimum, sum lesa HD ella annan framhaldslesnað. Eisini er bókin hent hjá grannskoðarum, roknskaparleiðarum og øllum teimum, sum fáast við roknskap.

Í formælinum sigur høvundurin Finn Jensen soleiðis: “Henda bók er ætlað næmingum, sum taka virkisbúskap á Føroya Handilsskúla. Teir fyrru kapitlarnir eru skrivaðir í samsvari við galdandi undirvísingarætlan. Restin av bókini kann nýtast sum íblástur og kunnandi tilfar, men seinastu kapitlarnir eru eisini væl nýtiligir til valfría evnið í sambandi við lærugreinirnar á A-stigi. Bókin er skrivað við tí í huga, at lesarin hevur eina grundvitan í roknskapi og búskapi, sum svarar til virkisbúskap á B-stigi. Eisini átti bókin at verið hent hjá teimum, sum dagliga starvast við roknskapi. Eitt nú grannskoðarar, roknskaparleiðarar og onnur, sum fáast við roknskap.”